NSÍ framleitt flestar minuttir í Betri Deildini

Ungdómsarbeiðið hjá NSÍ hevur alt upp flestar spæliminuttir í Betri Deildini hjá monnum í ár. Víkingur, HB, KÍ, EB/Streymur og Skála hava eisini framleitt nógvar spæliminuttir í bestu deildini kappingarárið 2020.

Hagtølini eru frá FaroeSoccer, og leikarin er mettur at vera uppvaksin í tí felagnum, har hann spældi klárt mest, til hann fylti 16 ár.

Sjálvar útrokningarnar síggjast her
(Grundhagtølini eru frá FaroeSoccer.com. Feilir kunnu koma fyri og kunnu fráboðast á m.me/itrottur)

Tit kunnu kanna tølini sjálv og gera tykkara egnu metingar.

Ein samanteljingin vísir, at feløgini í norðara partinum av Føroyum ala upp nógv flestar minuttir í bestu deildini.

52% av øllum leikminuttunum eru spældir av leikarum, sum eru uppvaksnir í Norðuroyggjum ella Eysturoynni, og her telja vit eisini EB/Streym upp í. Hetta hóast bert umleið 40% av fólkinum býr í hesum økinum.

Bara 31% av øllum spæliminuttunum eru spældir av leikarum, sum eru uppvaksnir í syðra og vestara parti av Føroyum. Tað er høvuðsstaðarøki, Vágar, Sandoy og Suðuroy. Her skal havast í huga, at umleið 60% av fólkinum býr í syðra og vestara parti av landinum.

Leikarar uppvaksnir í feløgum uttanlands spældu 17% av spældu minuttunum í Betri Deildini í ár.

Til stuttleika kann nevnast, at mannaðu vit eitt lið við ellivu leikarum lutfalsliga eftir leiktíðini, og hvar teir eru uppvaksnir, so var liðið soleiðis mannað:

2 vóru uppvaksnir uttanlands, 2 í NSÍ, 2 í Víkingi, 2 í HB, 1 í KÍ, 1 í EB/Streymi og 1 í Skála.