Eins og í fjør brúkti EB/Streymur mest sínar egnu leikarar í Betri Deildini í ár. Meðan TB brúkti minst sínar egnu leikarar.
Hagtølini eru frá FaroeSoccer, og fyri hvørt einstakt felag er leiktíðin býtt í, hvussu stórur partur er spældur av “egnum leikarum”, “leikarum úr øðrum feløgum” og “útlendskum leikarum.
Leikarin er mettur at vera uppvaksin í tí felagnum, har hann spældi klárt mest, til hann fylti 16 ár.
Sjálvar útrokningarnar síggjast her
(Grundhagtølini eru frá FaroeSoccer.com. Feilir kunnu koma fyri og kunnu fráboðast á m.me/itrottur)
Sum sæst, var EB/Streymur tað felagið, sum brúkti nógv mest sínar egnu leikarar, heili 68 % av øllum leikminuttunum.
Eisini onnur feløg í norðara parti av landinum, Víkingur, NSÍ, Skála og KÍ brúktu nógv sínar egnu leikarar, umleið helvtina av tíðini.
ÍF, HB og AB brúktu egnar leikarar bara umleið 1/3 av tíðini. Meðan B36 og TB einans brúktu egið tilfar umleið 1/4 av samlaðu leiktíðini.
Vert er eisini at leggja merki til, at heili 65% av leiktíðini hjá B36 var spæld av leikarum, sum eru vaksnir upp í øðrum føroyskum feløgum. Eisini NSÍ, Skála, ÍF, HB og AB brúktu nógv leikarar úr øðrum føroyskum feløgum. KÍ brúkti minst leikarar úr øðrum føroyskum feløgum, bara 17% av samlaðu leiktíðini.
Tá ið tað kemur til útlendskar leikarar, brúkti TB útlendingar meira enn helvtina av samlaðu leiktíðini. Eisini hjá KÍ spældu útlendskir leikarar stóran part av samlaðu leiktíðini, umleið 40%.
EB/Streymur var einasta felagið, sum ongan útlending brúkti í ár. Eisini hjá Víkingi, NSÍ, B36, Skála og AB spældu útlendingar lutvíst lítlan part av samlaðu minuttunum hetta kappingarárið.