Ári bjargaði Føroyum

UEFA Nations League
Malta - Føroyar 1-1 (0-0)

Føroyar koma aftur um móti Malta. Men okkara menn megnaðu at koma aftur í aftur, tá ið Ári Mohr Jónsson skoraði. Við javnleikinum vunnu vit okkara bólk í Nations League og flyta eina deild upp, næstu ferð vit spæla í Nations League.

Føroyar vóru betri teir fyrstu minuttirnar og lógu langt frammi á vøllinum og løgdu trýst á Malta. Vit sóu, hví Brandur og Hallur eru fyrsta val á miðjuni, tí spælið var nógv tryggari enn í Lettlandi leygardagin.

Tá ið Føroyar vunnu bóltin, spældu okkara menn skjótt fram eftir vøllinum, og serliga dugdi Hallur væl at finna pláss og flyta bóltin beint fram eftir vøllinum.

Føroyar vóru mest vandamiklar, tá ið bólturin varð spældur út í høgru síðu, har Jóannes Bjartalíð og Meinhard Olsen skiftust um at finna gott pláss og leggja bóltin inn fyri. Tíverri vóru bóltarnir inn fyri ikki serliga góðir.

Teir hjá Malta vóru ikki serliga bólttryggir, og misti bóltin lætt, tá ið føroyingar løgdu trýst á teir. Tíverri fingu vit ikki nokk burtur úr teimum góðu støðunum, sum vit høvdu.

Í 35. minutti kom fyrsta veruliga vandamikla royndin hjá Føroyum. Bólturin fall eftir eitt innlegg til Brand Olsen, sum frá 16-metrinum skeyt eitt flatt skot við vinstra beini, og málverjin mátti bjarga út til hornaspark.

Móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist Føroyum at leggja tyngri trýst á verjuna hjá Malta, og tað varð til nakrar góðar royndir úti frá, og m.a. skeyt Jóannes Bjartalíð trý langskot við síðuna av úr góðari støðu.

Vit kundu vera væl nøgd við allan fyrra hálvleik. Vit manglaðu tó at koma til teir heilt stóru møguleikarnar og at skora eitt mál. Og so var bara spurningurin, um vit koma at angra, at vit ikki høvdu fingið nakað burtur úr yvirvágni.

Í seinni hálvleik kom Malta nógv betri við, og eftir fimm minuttir var bólturin í føroyska málinum, men tíbetur var áleyparin hjá Malta rangstaddur, og vit sluppu við hvøkkinum.

Løtu seinni var galið. Eitt fríspark var sent nakað úr vinstru síðu yvir móti handaru stong, har okkara verjuleikarar ikki vóru heilt vaknir, bólturin støkk út til Matthew Guillaumier, sum hamraði bóltin í málið uttan møguleika hjá Teiti at bjarga.

Føroyar stríddist við at koma inn í dystin aftur. Men trupulleikin var tann sama sum í fyrra hálvleiki. Vit høvdu sera ilt við at skapa nakað, og vit manglaðu onkran skapandi leikara, sum t.d. René Shaki Joensen at lata verjuna hjá Malta upp. Í staðin royndu vit við nøkrum longum bóltum inn fyri, men tað varð ongantíð vandamikið.

Og best sum tað einki sá út, so spældu okkara menn eitt frálíkt álop í høgru síðu. Gilli sendi bóltin inn um bakkin fram til Sølva, sum legði inn fyri, og har kom innskifti Ári Mohr Jónsson og setti bóltin í tóma málið.

Tá ið tíggju minuttir vóru eftir framdi Malta nakrar útskiftingar og satsaðu alt fram eftir vøllinum. Trýstið hjá Malta gjørdist alsamt størri, og m.a. bjargaði Teitur væl einum langskoti út til hornaspark.

Føroyar kláraðu at verja dystin út, og eftir tríggjar minuttir longda leiktíð, kundu leikararnir og vit heima í stovunum fegnast. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit vunnið ein bólk í altjóða fótbólti.

UEFA Nations League
Malta - Føroyar 1-1 (0-0)
1-0, 54. Matthew Guillaumier
1-1, 70. Ári Mohr Jónsson
Dysturin á uefa.com