Lettland - Føroyar 1-1 (0-0)
Landsdysturin í kvøld í Lettlandi var ikki nógv at reypa av, hvørki leikliga ella hvat úrslitinum viðvíkir. Føroyar kundu við sigri á Lettlandi vinna okkara bólk í Nations League. Men 1-1 javnleikurin ger, at seinasti dystur móti Malta verður ein sonn finala, har vit klára okkum við javnleiki og møguliga við einum eitt máls ósigri.
Stríðsmenn fyri bóltspælarar
Heilt frá byrjan av var lítið skil á spælinum. Håkan Ericson hevði valt Rógva Baldvinsson og Gunnar Vatnhamar fyri leikbannaðu Brand Olsen og Hall Hansson mitt á miðjuni.
Fleiri høvdu helst viljað sæð bólttryggari leikarar sum t.d. Dan í Soylu á miðjuni. Men hetta var tað, sum landsliðsvenjarin valdi, og tað sást eisini aftur, at tað vóru komnir tveir stríðsmenn inn á miðjuna.
Í fyrra hálvleiki var bólturin meira í luftini enn á jørðini, og hvørki liðið gjørdi nakra roynd at fáa spælið at ganga. Gyppa og renn fótbóltur í besta stíli.
Føroyar høvdu onkra einstaka roynd við deyðbóltum, meðan heimaliðið hevði besta møguleikan beint fyri hálvleik, tá ið eitt skot úr spískum brast í stongina aftan fyri Teit Gestsson, sum fyri fyrstu ferð var valdur fram um Gunnar Nielsen í málinum. Tíbetur megnaði Rógvi Baldvinsson at beina bóltin av vandaleið, áðrenn ein letti megnaði at beina hann inn um málstrikuna.
Eitt sindur betri eftir steðgin
Í seinna hálvleiki var spælið eitt vet frægari, og bólturin var eitt sindur meira niðri á jørðini.
Tá ið umleið ein tími var spældur, kom Lettland fram um, tá ið Vladimirs Kamešs slapp at standa alt ov leysur við handaru stong, tá ið eitt fríspark úr høgru síðu var skallað víðari, og so var 1-0.
Minuttin aftan á javnaðu Føroyar. Viljormur Davidsen legði inn fyri úr vinstru síðu, og hinumegin málið, skallaði Gunnar Vatnhamar bóltin í ein bleytan boga upp um málverjan og í málið. Málverjin sá ikki alt ov gott út, men tað kunnu vit vera líka glað við, og so var javnt.
Føroyar løgdu eitt sindur meira fyri seinastu minuttirnar, og nýkosni landsliðsleikaran, Hilmar Leon Jakobsen kom á vøllin, men tað gjørdi ikki tann stóra munin.
1-1 var eitt rættvíst úrslit í einum vánaligum fótbóltsdysti.
Mugu helst ikki tapa
Javnleikurin ger, at Føroyar helst muga spæla javnt ella vinna í Malta týsdagin fyri at vinna bólkin.
Tapa vit 1-0 ella 2-1, eru vit jøvn við Malta í stigum og málum. Tá er Malta betri enn vit í innanhýsis dystum, og tí vinnur Malta bólkin.
Vinnur Malta 3-2 móti okkum, so er alt javnt innanhýsis. Samlaða málúrtøkan í øllum dystum í bólkinum er eisini tann sama, (men eg haldi, at vit vinna bólkin, tí vit hava skorað fleiri mál enn Malta á útivølli í øllum dystum í bólkinum)
Tapa vit 4-3, 5-4, 6-5 o.s.fr. so vinna vit bólkin.
Tapa vit við meira enn einum máli, so vinnur Malta bólkin.
UEFA Nations League
Lettland – Føroyar 1-1 (0-0)
1-0, 59. Vladimirs Kamešs
1-1, 60. Gunnar Vatnhamar
Dysturin á uefa.com
Dysturin á FaroeSoccer