Fleiri fingu møguleikan

Mynd: Hans Erik Danielsen - fsf.fo
Venjingardystur 
Litava - Føroyar 2-1 (2-0)


Håkan Ericson brúkti møguleikan at geva nógvum leikarum møguleikan at vísa seg fram, tá ið Føroyar í kvøld spældu venjingardyst móti Litava í Vilnius. Heimaliðið var nógv betri í fyri steðgin og førdi 2-0 í hálvleikinum. Føroyar komu betri við í seinna hálvleiki, og Gunnar Vatnhamar minkaði til 2-1 í longdu leiktíðini.

Tríggir leikarar spældu sín fyrsta landsdyst í dag. Magnus Holm Jacobsen úr B36 spældi mitt á miðjuni, Bartal Wardum úr HB í miðverjuni og Hilmar Leon Jakobsen í álopinum.

Harvið hevur nógv umtalaði Hilmar Leon spælt alment skrásettan landsdyst bæði við hondbóltslandsliðinum og fótbóltslandsliðinum í ár. Tað er helst ikki hent áður í sama ári.

Harafturat fingu Gunnar Nielsen, og Kaj Leo í Bartalsstovu, Rógvi Baldvinsson, Meinhard Olsen og Heðin Hansen møguleikan at vísa Håkan, hvør dugur er í teimum.

Fyrri hálvleikur var, sum nevnt einki at reypa av frá føroyskari síðu, og beint fyri hálvleik, skoraði Litava tvey mál. Gratas Sirgedas skoraði bæði málini.

Í seinna hálvleiki vóru nakrar útskiftingar gjørdar, og millum annað komu Ári Mohr Jónsson og Dan í Soylu inn. Eitt korter inn í seinna hálvleik komu stýrimenninir á miðvøllinum, Brandur Hendriksson og Hallur Hansson, á vøllin, og tað sást beinanvegin, at royndu leikararnir komu inn.

Føroyar vóru munandi betri við í seinna hálvleiki, og tað var tí ikki av leið, at Føroyar javnaðu í yvirtíðini. Brandur Olsen sendi eitt hornaspark inn fyri, Hilmar Leon saksaparkaði bóltin aftur um seg á yvirleggjaran og niður í jørðina, og har fangaði Gunnar Vatnhamar bóltin og fekk hann inn um málstrikuna.

Alt í alt ein góður venjingardystur, har fleiri óroyndir leikarar í landsliðshøpi fingu seg royndar. Hinvegin vóru flestu av berandi leikarunum spardir ella spældu bert part av dystinum, so teir verða væl fyri til avgerandi dystirnar móti Lettlandi leygardagin og Malta týsdagin.

Venjingardystur
Litava - Føroyar 2-1 (2-0)
1-0, 42. Gratas Sirgedas
2-0, 45. Gratas Sirgedas
2-1, 90. Gunnar Vatnhamar