VÍF nógv betri enn Kyndil



Burn Deildin hjá monnum
Kyndil - VÍF 18-28 (7-15)

Tað var so avgjørt ikki talan um nakran klassikara, tá ið klassikarin í føroyskum manshondbólti millum Kyndil og VÍF var spældur í høllini á Hálsi í kvøld.

Í vikuskiftinum vann Kyndil tepurt á Team Klaksvík, og VÍF vann tepurt á StÍF. Men í kvøld var VÍF so nógv betri enn Kyndil.

Munurin sást beinanvegin, og tað var ongantíð nakar sum helst ivi um úrslitið av dystinum. Til tess var manningin hjá VÍF alt ov góð samanborið við manningina hjá Kyndli.

Kyndil hevur síðan seinasta kappingarár mist týðandi lyklaleikarar sum Hjalta Mohr, Tummas Paula Hanussarson og málverjan, Tór Guttesen.

VÍF hevur hinvegin so at siga sama fólk sum í fjør, og um nakað so er liðið nakað sterkari. Hanus Christophersen kom heim aftur, áðrenn seinasta kappingarár endaði, og Julian Olsen byrjaði eisini aftur. Teir eru báðir við enn, og tá ið VÍF frammanundan hevur Filip Jojic, málverjan Mladin Mjerimacka, Sjúrð Olsen og Andrias Eriksen á liðnum, so sær út til, at VÍF fer at hava eitt sterkt lið í ár. Harafturat sær eisini út til, at ungir menn sum Jóhan í Garðastovu og Heini á Heygum eru vorðnir eitt ár búnari í sínum hondbóltsspæli, so hópurin hjá VÍF sær í løtuni út til at vera heilt breiður.

Um sjálvan dystin er ikki nógv at siga. Filip Jojic skoraði seks av teimum fyrstu nýggju málunum hjá VÍF, og í hinum endanum stóð Mladin væl í málinum. Hanus Christophersen var eisini sjónligur í álopsspælinum, og var við at seta góða ferð á álopsspælið hjá vestmenningum. Umframt tað sóu vit eisini, at Hanus er ein framúr góður verjuleikari.

Hjá Kyndli skaraði eingin burturúr, og tað sá heldur ikki út til at vera nakar serligur stríðsvilji á liðinum. So tað her er nakað at fara heim at arbeiða við hjá Kyndli, sum við verandi manning helst kemur at hava trupult við at røkka einum plássi í hálvfinalunum.


Dómaraseðil: