TB - KÍ 0-0 (0-0)
Hóast einki mál kom í dystinum í Trongisvági í dag, tá ið føroyameistararnar KÍ vitjaðu TB, so fegnaðust TB-arar sum talan var um ein sigur. Og tað er heldur ikki so løgið. Hetta er nevniliga fyrstu ferð hetta kappingarárið, at eitt lið í botn 5 tekur stig frá einum á topp-4-liðunum.
TB hevur hinar báðar dystirnar móti KÍ verið um reppið at stjala stig frá føroyameistarunum, men báðu ferðir var KÍ “bjargað” av brotssparkið seint í dystinum.
Í dag fekk KÍ tó einki brotsspark, og tað var sum heild eisini lítið bit í álopinum hjá KÍ, sum av einari ella aðrari orsøk allan seinna hálvleik valdi at lossa bóltin upp í vindin, og tí var sum oftast lætt hjá TB at fáa bóltin av vandaleið.
TB vann eitt týðandi stig fyri at sleppa undan niðurflyting, meðan KÍ misti tvey týðandi stig í stríðnum at fáa fatur á HB á fyrsta plássi.
NSÍ - EB/Streymur 4-1 (2-1)
Eisini EB/Streymur úr botn-5 spældi við, tá ið teir vitjaðu NSÍ í topp-5.
Lat tað verða sagt beinanvegin, at sigurin hjá NSÍ var fult uppiborin, men var tað ikki fyri nakrar verjuvillur hjá EB/Streymi, so kundi møguliga verið meira spennandi.
Stórskjúttin, Klæmint Olsen, slapp tvær ferðir at standa púra leysur í málteiginum, og so var 2-0 til heimaliðið NSÍ.
Oddur Højgaard hjá NSÍ beindi bótin í egið mál beint fyri hálvleik, og í seinni hálvleiki fór EB/Streymur veruliga eftir at javna. Sundalagsmenn komu eisini til nakrar góðar støður, men tað manglaði tað seinasta.
Hinvegin var meira bit í álopsspælinum hjá NSÍ, og við málum í 63.- og 77. minutti avgjørdu Jesper Flinck Christjansen og Búi Egilsson dystin til úrslitið 4-1.
NSÍ hongur í topp 3, sum gevur pláss í Evropa komandi ár, meðan EB/Streymur kann vera nøgt við tað mesta í dystinum, men verjuspælið í ávísum førum og úrslitið sjálvt eru sjálvandi ikki nóg góð.