Italia vann lættliga á Turkalandi

 UEFA EURO 2020 
Turkaland - Italia 0-3 (0-0)
Italia vann fyrsta dystin í EM-endaspælinum. Italia var allan dystin nógv betri enn Turkaland. Tað kom tó einki mál í fyrra hálvleiki.

Eftir steðgin heilt Italia fram at vera spælstýrandi, og nakrir minuttir vóru spældir, tá ið turkiski verjuleikarin Merih Demiral var óheppin at beina bóltin í egið mál eftir eitt hart innlegg úr høgru síðu.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð dysturin avgjørdur, tá ið Ciro Immobile skoraði, eftir at bólturin støkk leysur eftir eina italska atsókn.

Tíggju minuttir fyri tíð økti Lorenzo Insigne til 3-0.

Italia spældi sera væl hendan fyrsta dystin, og Turkaland formáddi sær so at siga einki. Stundum minti tað um, tá ið Føroyar spæla móti stóru tjóðunum í Evropa.

Teir azurbláu hava nú hildið nullið níggju dystir á rað.
Turkaland - Italia 0-3 (0-0)
0-1, 53. Merih Demiral (sjálvmál)
0-2, 66. Ciro Immobile
0-3, 79. Lorenzo Insigne
Dysturin á uefa.com