Tá ið fótbóltur kemur í aðru røð

 UEFA EURO 2020 – Dystardagur 2 
Tað skuldi vera ein gleðisdagur í Keypmannahavn, nú tað fyri fyrstu ferð nakrantíð varð spældur ein dystur í einum endaspælið í danska høvuðsstaðnum.

Men tá ið Christian Eriksen beint fyri hálvleik small í vøllin, hevði fótbólturin ongan týdning.

Øll í Parkini og øll framman fyri sjónvarpsskerminum fylgdu við meðan Eriksen sveimaði millum lív og deyð. Tíbetur komu boðini av Ríkissjúkrahúsinum, at Eriksen var vaknaður aftur.

Danmark valdi at spæla dystin, og dysturin var tikin upp aftur hálvanannan tíma seinni.

Danmark brendi eitt brotsspark í dystinum, og Joel Pohjanpalo skoraði eitt mál fyri Finnland, sum harvið vann sín fyrsta dyst í einum endaspæli nakrantíð.

Men alt hetta hevði sjálvandi ongan týdning á einum degi, har fótbólturin var vitni til tann størsta skelkin nakrantíð í einum endaspæli.

Les meira um dystin Danmark – Finnland á uefa.com


Lukaku ognaði Eriksen málið

Seinni um kvøldið spældu Belgia og Russland. Belgia, sum er millum favorittarnar at vinna EM, vunnu lættliga 3-0.

Stórskjúttin Romulu Lukaku skoraði tvey mál og Thomas Meunier eitt. Lukaku er liðfelagi hjá Christian Eriksen í Inter, og t ið Lukaku skoraði fyrsta málið, rann hann út móti sjónvarpsmyndatólinum og rópti “Chris, Chris, I love you”.

Les meira um dysitin Belgia – Russland á uefa.com


Wales og Sveis deildu stigini

Í fyrsta dystinum í gjár spæla Wales og Sveis javnleiki 1-1. Breel Embolo legði Sveis fram um tíðliga í seinna hálvleiki, og Kieffer Moore javnaði eitt korter fyri tíð.

Les meira um dystin Wales – Sveis á uefa.com