Víkingur var betra liðið, tá ið teir vitjaðu HB í Gundadali í dag, og endin var eisini, at Víkingur fór norður aftur við øllum stigunum, og tað var uppiborið.
Nógv er broytt seinasta hálva árið, síðan HB og Víkingur møttust í steypafinaluni á Tórsvølli, Tá hølvaði HB Víking av, og tað var klassamunur á liðunum.
Í dag var øðrvísi, nú HB aftur spældi heima á ovara vølli eftir eitt ár í útlegd á Tórsvølli. Á tjóðarleikvøllinum tapti HB ikki ein einasta týðandi dyst, men nú taptu teir í fyrstu royndini á nýggja grasinum á ovara vølli.
Víkingar vístu hinvegin, at teir aftur eru á veg upp í toppin í føroyskum fótbólti.
Víkingur greitt konsept
Teir ljósabláum komu til Havnar við somu greiðu spæliætlan, sum hevur riggað væl higartil í ár. Víkingar lótu HB spæla bóltin runt, og bíðaðu til vertirnir gjørdu feilir.
HB gjørdi eisini nógvar feilir, og hvørja ferð fór Víkingur við nógvum fólki í mótálop, og hvørja ferð var vandi á ferð.
Teir skoraðu eisini longu í 5. minutti, tá ið Heðin Hansen misti bóltin í uppspælinum, og hóast HB fekk ruddað burtur í fyrsta umfari, so var endin, at Arnbjørn Svensson trekti framvið Bartali Wardum, og sendi bóltin upp í handara horn. Fleiri ferðir var eisini nær við, at Víkingur økti, og teir kundu havt ført við fleiri málum í hálvleikinum.
HB uttan ætlan
HB spældi seg eisini til nakrar møguleikar, men góðskan í skotunum var milt sagt vánalig. Spælið hjá HB gekk eisini seint og ringt var at fáa eyga á nøkur greið spælimynstur, sum eyðkendu meistaraliðini hjá HB í 2018 og 2020.
Eisini riggar trýstspælið hjá HB illa, tí tað er alt ov langt millum keturnar, tá ið áleyparin leggur fyrsta trýstið. Tað gjørdi, at tað var alt ov lætt hjá Víkingi at spæla seg út úr trýstinum.
Langt millum møguleikarnar
HB royndi og royndi í seinna hálvleiki at spæla seg gjøgnum væl skipaðu verjuna hjá Víkingi. Men tað hendi einki, og tað gekst illa at koma til nakrar veruligar atsóknir móti málinum hjá Víkingi.
Tá ið eitt korter var eftir, hevði HB ongan møguleika skapt í seinna hálvleiki, og áleyparin Mikkel Dahl hevði verið púra ósjónligur í dystinum. Men knappliga javnaði hann, so var HB við í dystinum aftur.
Víkingur fekk tó fyrimun aftur, tá ið René Shaki fekk sítt seinna gula kort. Hann hevði fleiri ferðir verið nær við at fáa tað seinna gula, men venjarin hjá HB valdi ikki at taka René út, og tað kom at kosta. At tað seinna gulu so var ógvuliga bíligt, tað er ein heilt onnur søga.
Lava enn einaferð
Dysturin sá út til at fara at enda við javnleiki. Men Víkingur vildi tað øðrvísi, og tá ið HB einaferð royndi at spæla seg út í vinstru síðu, varð Heðin Hansen trýstur so nógv, at hann enn einaferð misti bóltin. Endin var, at Andreas Lava Olsen sendi bóltin í málið, og so fór Víkingur fram um HB á stigatalvuni.
Betri Deildin hjá monnum

HB - Víkingur 1-2 (0-1)
0-1, 5. Arnbjørn Svensson
1-1, 78. Mikkel Dahl
1-2, 92. Andreas Lava Olsen
Dysturin á fsf.fo
Dysturin á dystir.fo
0-1, 5. Arnbjørn Svensson
1-1, 78. Mikkel Dahl
1-2, 92. Andreas Lava Olsen
Dysturin á fsf.fo
Dysturin á dystir.fo