Niðurlond – Ukreina 3-2 (0-0)
Niðurlond og Ukreina spældu í dag besta dystin higartil í EM-endaspælinum. Niðurlond vóru spælstýrandi, men Ukreina megnaði at standa í móti í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki komu Niðurlond uppiborið fram um 2-0 við málum frá Gini Wijnaldum og Wout Weghorst, í báðum førum eftir at bólturin støkk leysur eftir málverin hevði bjargað.
Niðurlond sóu út til at hava fullkomið tamarhald á dystinum og skifti millum annað út í miðverjuni. Ukreina vildi tað tó øðrvísi við tveimum skjótum málum í 75.- og 79. minutti. Andriy Yarmolenko slapp ov lætt at skjóta við vinstra beininum og Roman Yaremchuk skallaði bóltin í málið.Niðurlond megnaðu kortini at skora avgerandi málið, tá ið Denzel Dumfries fimm minuttir fyri tíð hegnisliga skallaði bóltin í málið.
Les meira um Niðurlond - Ukreina uefa.com
Ongland - Kroatia 1-0 (0-0)
Ongland domineraði fyrsta partin av dystinum. Phil Foden rakti stongina, og Ongland hevði fleiri góðar møguleikar.
Kroatia kom betri við í dystin, men tá ið 57 minuttir vóru spældir legði Rahem Sterling Ongland fram eftir eitt gott álop.
Ante Rebic hevði ein rimmar møguleika at javna fyri Kroatia. Men Ongland slapp við hvøkkinum, og vunnu fyri fyrstu ferð fyrst dystin í einum EM-endaspæli.
Les meira um Ongland – Kroatia á uefa.com
Eysturríki - Norðurmakedonia 3-1 (1-1)
Norðurmakedonia gav favorittunum Eysturríki góða mótstøðu, og tað var als ikki nøkur sjálvfylgja, at Eysturríki vann.
Stefan Lainer legði Eysturríki fram um, og Goran Pandev javnaði og gjørdist harvið søguligur við at skjóta fyrsta málið hjá Norðurmakedonia í einum endaspæli.
Tólv minuttir fyri tíð legði Michael Gregoritsch Eysturríki fram um , og beint fyri leiklok staðfesti innskifti Marko Arnautović 3-1 sigurin.
Les meira um Eysturríki – Norðurmakedonia á uefa.com
🇦🇹 Austria claim their first ever EURO win; Gregoritsch nets 700th goal in finals history ✅
— UEFA EURO 2020 (@EURO2020) June 13, 2021
🇲🇰 Goran Pandev nets first ever major finals goal for North Macedonia on their debut#EURO2020
⏰ RESULT ⏰
— UEFA EURO 2020 (@EURO2020) June 13, 2021
🏴 Sterling nets as England win EURO opener for first time
🇭🇷 Croatia lose first group game in this tournament for first time
🤔 Who impressed you most? #EURO2020
⏰ RESULT ⏰
— UEFA EURO 2020 (@EURO2020) June 13, 2021
Five-goal thriller in Amsterdam! 🔥
🇳🇱 Wijnaldum, Weghorst & Dumfries score as hosts Netherlands win in style 🥳
🇺🇦 Ukraine open Group C with dramatic defeat
Enjoy that? 😅#EURO2020