HB sera gott útgangsstøði


UEFA Conference League: HB - Budućnost Podgorica 4-0 (1-0)
HB vann greiðan 4-0 sigur móti gestunum úr Montenegro. Nú kann HB næstan ikki kiksa! Ella kunnu teir tað? Tí um nakrar kann lorka so greiða leiðslu burtur, so er tað HB.

Í góðveðrinum á ovara vølli var skjótt greitt, at HB var betri enn gestirnir úr Podgorica. Tað eydnaðist HB við høgum trýsti við Pæturi Petersen og Mikkel Dahl á odda at fáa verjuna hjá útiliðnum at gera feilir, og nakrar ferðir var um reppið, at HB kom fram um.

Podgorica hevði eisini onkra góða løtu í fyrra hálvleiki, og mitt í hálvleikinum kláraðu teir at leggja eitt ávíst trýst á verjuna hjá HB, og HB hevði ringt við at spæla seg út av egnari hálvu hesa løtuna.

Men HB var betri, og stutt fyri hálvleik bragdaði. Kanska ósjónligasti leikarin hjá HB, Michal Przybylski fekk á løgnan hátt beint eitt innlegg frá Daniel Johansen í málið, og so var HB á sigurskós.

Í seinna hálvleiki sá út til, at HB veruliga hevði funnið út av, at teir vóru nógv betri liðið í kvøld. Teir løgdu sera bragdliga fyri. Fyrst skoraði Michal Przybylski sítt annað mál, eftir at Mikkel Dahl hoppaði hegnisliga upp um eina sending av miðjuni, og Przybylski gjørdist púra leysur.

Tíggju minuttir seinni mundi Heðin Hansen mist bóltin á miðjuni. Men hann vann hann, og so fór HB í eitt frálíkt mótálop, har bólturin fyrst endaði hjá innskifta Hilmar Leon Jakobsen vinstru megin, og fór síðan umvegis ein annan HB-leikara yvir til Pætur Petersen høgrumegin, hann burdi skotið fyrstu ferð, men gjørdi í staðin eina skotfintu við høgra beini, og sendi bóltin við vinstra beini inn við nærmastu stong.

Nú var lagið gott í Gundadali, og tað gjørdist ikki verri, tá ið Daniel Johansen gjørdi tað til 4-0 við brotssparki.Skotski dómarin metti, at Bartal Wardum var feldur í brotsteiginum við eina hornasparksstøðu. Eitt sindur bíligt brotsspark, men vit takka fyri.

Gestirnir royndu at manna seg upp í álopinum, men tað var sera lítið veiggj í monnunum úr Svartfjallalandi. Eina ferð mátti Teitur Gestsson tó vísa, hvør dugur er í honum, tá ið áleypari gjørdist púra leysur eftir ein feil í verjuni hjá HB.

4-0 skuldi verið nóg gott at fari niður til Montenegro við, tí hatta mótstøðuliðið tyktist milt sagt ikki serliga gott. Men søgan hjá HB í Evropa er næstan gandað, so eingin veit. Teir siga eisini upp móti heili 40 hitastigum í Podgorica týskvøldið, so tað verður ikki bara lætt.

Dysturin á uefa.com