Dómarafeilur gjørdi tað lætt hjá HB


Betri Deildin hjá monnum: HB - 07 Vestur 5-0 (1-0)
Munurin millum topp og botn var sjónligur, tá ið vágamenn vitjaðu HB í Gundadali. Tá ið so ein rimmar dómarafeilur hjálpti HB at gera tað til 2-0, og liðformaðurin hjá 07 samstundis fekk reytt kort fyri kjaftaslit, so var einki at gera hjá vágamonnum.

Hendi ikki nógv
HB brúkti til dagsins dyst høvið at spara fleiri leikarar, nú teir hósdagin skulu spæla í Conference League niðri í Ísrael. Leikarar sum Adrian Justinussen, Daniel Johansen og Bartal Wardum byrjaðu á beinkinum, meðan ungir leikarar sum Áki Samuelsen og Ási Dam byrjaðu á vøllinum.

Júst, sum væntað, hevði HB bóltin alla tíðina, men vágamenn vardu væl fyri, og tað var sera lítið hugflog yvir spælinum hjá HB. Eingin rann millum keturnar, eingin skeyt nakað langskot, og luftsterka miðverjan hjá vágamonnum vann luftduellirnar, tá ið bólturin var sendur innfyri.

Tað gekk tó, sum tað skuldi hjá HB, og tá ið korterið var spælt, sendi Stefan Radosavljevic eitt langskot í mál.

07 Vestur gjørdi eitt lítið sprell, tá ið hálvur tími var spældur. Tað sá út til, at tað var lagt til rættis, at teir skuldu fram á vøllin júst tá, og í nakrar minuttir vóru nakrar vandamiklar støður framman fyri málið hjá HB.


Stórur dómarafeilur
Tíðliga í seinna hálvleiki oyðilegði ein dómarafeilur dystin fyri vágamenn. Øll hildu tað var innkast til 07. Brádliga skiftir dómarin meining, og dømir fríspark til HB. HB tekur skjótt, og Mikkel Dahl sendir bóltin elegant upp um málverjan Silas Eyðsteinsson og í málið.

Vágamenn vóru væl skiljandi í øðini, men einki hjálpti, og málið var standandi, og harafturat brúkti liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgni Egilstoft Nielsen, seg til eitt reytt kort.

Spell fyri vágamenn, sum høvdu dystin nøkulunda, har teir vildu hava hann, at ein slíkur dómarafeilur skuldi avgera dystin. Dómarin átti sjálvandi, at latið verjuna hjá 07 sloppið upp á pláss, áðrenn hann loyvdi HB at taka frísparkið.

Nú var dysturin avgjørdur. Áki Samuelsen skallaði bóltin í málið eftir innlegg frá dagsins leikara Mads Boe Mikkelsen, og Adrian gjørdi tað til 4-0, tá ið bólturin støkk leysur eftir eitt innlegg frá Mads. Í yvirtíðini gjørdir Adrian tað til 5-0 við dagsins besta málið, tá ið hann út 20 metrum sendi bóltin í málhornið.

Dystartøl á fsf.fo