B36 og NSÍ kappast um fjórða plássið



Betri Deildin hjá monnum: B36 – NSÍ 1-1 (1-1)
Hetta var dysturin um fjórða plássið, og dysturin um at hanga í Víkingi og HB. Endin varð, at liðini samdust um at deila stigini, og tað kann hvørgin brúka til nakað serligt.

Talan var ikki um nakran væl leiktan dyst til at vera tvey lið úr topp-5. B36 var kortini tað liðið, sum hevði yvirvág í spæli, og havnarmenninir dugdu eisini betri at halda bóltin á liðinum.

Kortini var tað NSÍ, sum beinanvegin kom fram um, tá ið Andrias Eriksen gjørdi ein rimmar feil, og so var lætt hjá Klæminti Olsen at skora.

B36 sat á so at siga øllum í fyrra hálvleiki, men tað varð ikki til nógvar møguleikar. Hinvegin var NSÍ rímiliga vandamikið, tær fáu ferð teir komu fram móti málinum hjá B36.

Beint fyri hálvleik javnaði B36. Uros Stojanov, sum ikki hevur fingið nakað serligt burtur úr hjá B36 tveir teir fyrstu dystirnar, skallaði bóltin í málið eftir, at Mathias Thrane legði innlegg úr vinstru síðu inn um verjuna hjá NSÍ.

Í seinna hálvleiki var NSÍ nógv betri við í dystinum, og fyrstu løtuna bylgjaði spælið aftur og fram. Sum hálvleikurin leið, vann B36 sær aftur yvirvág í spæli, og B36 hevði eins og í fyrra hálvleiki eina rúgvu av hornaspørkum og innkøstum. NSÍ hevði hinvegin sera torført við at halda upp á bóltin, tá ið teir komu fram á B36-hálvuna, og kontramøguleikarnar vóru eisini missbrúktir við óneyvum sendingum.

Einki mál kom afturat, og hvørki av liðunum kann vera nøgt við úrslitið. Nú er langur vegur upp til triðja plássið, og alt bendir á, at hesi liðini koma at kappast um fjórða plássið, sum bara kanska gevur pláss í Evropa komandi ár.

Leikliga kann B36 vera betri nøgt við spælið, meðan NSÍ ikki eigur at vera nøgt við at hava so lítið at bjóða upp á.

Betri Deildin hjá monnum
B36 – NSÍ 1-1 (1-1)

Dysturin á fsf.fo