KÍ vann uttan dyst

Betri Deildin hjá monnum: HB - KÍ 2-3 (0-2)

Vit kunnu helst ynskja KÍ til lukku við føroyameistaraheitinum, eftir at teir í kvøld vunnu lættliga móti HB, sum als ikki tyktust klárir til oddadyst. Dysturin var ikki serliga væl spældur, men tað leggja tey í Klaksvík líka í.


Gundadalur gjørdi klárt til oddadyst, og nógv fólk høvdu leita sær í Gundadal. Leikararnir hjá HB vóru tó ikki ordiliga klárir at fara inn at berjast móti suverenu klaksvíkingunum, og longu í fjórða minutti skoraði KÍ. Sumareh Bubacarr varð skrivaður fyri málið, sum kom eftir innkast innfyri málið.
HB megnaði als ikki at fóta sær, og hóast KÍ ikki gjørdi tað stóra, so høvdu teir fullkomiliga tamarhald á dystinum.

Tá ið 21 minuttir vóru spældir, svav HB aftur í verjuni. Eftir fríspark á miðjuni fekk KÍ góða tíð at senda bóltin innfyri, og har kom Oddmar Færø og stútaði bóltin í málið.


Dómarin tók ferðina úr dystinum


Í seinna hálvleiki hevði KÍ dystin akkurát, har sum teir vildu hava hann. HB gjørdi ikki tað stóra, ferðin var lítil, og hvørja ferð HB gjørdi eina royna at seta ferðina upp, so legði ein KÍ-ari seg á vøllin, og so fór ferðin úr dystinum aftur.

Yvirhøvur dømdi dómarin Alex Troleis alt ov nógv fríspørk, og hann tykist ikki at ætla sær at leggja somu linju, sum dómararnir gjørdu í EM og nú eisini í Premier League, har dómararnir gera alt fyri at lata spælið flóta. Av tí saman lyfti dysturin seg ongantíð upp á tað støðið, sum vit vita KÍ og HB kunnu spæla, og fótbóltsliga var ikki talan um tað heilt stóra upplivilsi á ovara vølli í kvøld.


Frálíkt mál

Tá ið eitt korter var spælt at seinna hálvleiki, vaknaði dysturin brádliga. Daniel Johansen sendi eitt fríspark beinleiðis í málið, og so hevði HB eina lítla vón.

Hetta náddi tó ikki at gerast til meira enn til eina vón, tí seks minuttir seinni skoraði framúr góði áleyparin hjá KÍ, Bubacarr, sítt annað mál. Og talan var um eitt frálíkt mál, har hann úr spískum vinkli væl vardur av Bartali Wardum hamraði bóltin í málið aftan fyri Teit Gestsson.


Løgið mál

Nakrar minuttir fyri tíð eydnaðist aftur HB at fáa spenning í dystin. Talan var um eitt av løgnastu málum hetta kappingarárið. Í eini roynd hjá KÍ at rudda burtur eftir ein bólt fram í brotsteigin, rakti bólturin Hilmar Leon Jakobsen í andlitið, og hiðani støkk bólturin inn í málið.

HB hevði nú nakrar minuttir at javna. Men tað tyktist, sum HB als ikki hevði nakra plan-B. Teir hildu fram at trilla bóltin millum miðverjarnar á egnari hálvu í staðin fyri at senda bóltin fram í brotsteigin, sum tyktist at vera tað einasta, sum riggaði hjá HB í kvøld.


KÍ næstan meistari

KÍ vann ein væl og virðiliga uppibornan sigur og er nú 10 stig framman fyri Víking. Hesin munurin er so stórur, at vit næstan kunnu ynskja KÍ til lukku við meistaraheitinum, hóast 27 stig eru eftir at spæla um. 

Hjá HB ræður nú um ikki at fella í fátt og at samla tankarnar um, at tryggja eitt pláss í topp-3, sum gevur beinleiðis atgongd út í Evropa. Í øðrum lagi bíðar steypakappingin.


Betri Deildin hjá monnum: HB - KÍ 2-3 (0-2)

0-1, 5. Sumareh Bubacarr

0-2, 21. Oddmar Færø

1-2, 62. Daniel Johansen

1-3, 68. Sumareh Bubacarr

2-3, 87 Hilmar Leon Jakobsen

Dysturin á fsf.fo