Karius kemur sostatt aftur til Liverpool, har hann hevur sáttmála til 2022. Mett verður kortini ikki, at hann hevur nakra framtíð í Liverpool, og at hann helst verður seldur ella leigaður út til annað felag í summar.
Tey flestu minnast Karius best fyri, at hann í Champions League finaluni fyri tveimum árum síðan gjørdi tvey stór mistøk í málinum hjá Liverpool, og harvið hevði stóra ávírkan á, at Liverpool tapti finaluna fyri Real Madrid.