Tað vóru Nordsjælland í bestu mansdeildini og Aalborg í bestu kvinnudeildini, sum saman við Odder í næstbestu deildini kærdu avgerðina hjá DHF at útnevna meistarar, niðurflytarar og uppflytarar út frá verandi støðu í kappingini.
Hendan avgerð er nú kolldømd í kærunevndini hjá danska hondbóltssambandinum. Nevndin fyri yrkishondbólt í Danmark góðtekur úrskurðin, og hevur kallað inn til fund, har tosað verður um, hvat nú skal henda.
Úrskurðurin í donskum hondbólti vísir, hvussu sárbærar avgerðirnar um at útnevna meistarar og annað í ítróttaheiminum eru. Væntandi verða nógv mál av hesum slagi í ítróttaheiminum komandi tíðina.