Frálíkt fótbóltskvøld við tveimum skermum

Ádám Szalai legði tíðliga Ungarn fram um móti Týsklandi, og Ungarn sá leingi út til at lumpa antin Týskland ella Portugal í deyðans bólki. Tá ið Kai Havertz langt um leingi javnaði fyri Týskland, so svaraði Ungarn aftur beinanvegin, tá ið András Schäfer skoraði.

Endin var kortini, at Leon Goretzka tryggjaði Týsklandi tann neyðuga javnleikin, og so kom Týskland víðari.

Portugal var nummar 1, 2, 3, og 4 í kvøld
Dysturin millum Frakland og Portugal endaði eisini 2-2. Dómarin var í gávuhýri og dømdi trý brotsspørk, sum hann ikki nýttist at døma. Fyrst fekk Portugal eitt, sum Ronaldo skoraði. So fekk Frakland eitt, sum Benzema skoraði.

Benzema legði eisini Frakland fram um 2-1, eftir frálíka sending frá Paul Pogba, og tá ið ein tími var spældur var aftur brotsspark til Portugal. Ronaldo skoraði sítt 109. mál á landsliðnum, og harvið er hann javnur við málmetið hjá iranska landsliðsleikarnanum Ali Daei.
Les meira um Portugal og Frakland á uefa.com