EB/Streymur mest egið tilfar í 2019

Kappingarárið 2019 var EB/Streymur tað felagið í Betri Deildini hjá monnum, har leikarar, uppvaksnir í felagnum, spældu størstan partin av samlaðu leiktíðini. B36 brúkti minst av sínum egnu leikarum.
Mynd: EB/Streymur



Heimasíðan bolt.fo hevur seinastu dagarnar gjørt áhugaverd hagtøl um, hvussu hóparnar hjá feløgunum í Betri Deildini hjá monnum eru samansettir av “egnum leikarum”, “leikarum úr øðrum føroyskum feløgum” og “útlendskum leikarum”.

Vit hava við góðum hagtølum frá FaroeSoccer.com hugt eftir kappingarárinum frá í fjør, og bólkað  samlaðu leiktíðina í omanfyri nevndu tríggjar bólkar. Vit hava brúkt somu treytir sum bolt.fo, at ein leikari er uppvaksin í tí felagnum, har sum hann spældi klárt mest, til hann fylti 16 ár.

Sjálvar útrokningarnar síggjast her
(Grundhagtølini eru frá FaroeSoccer.com. Feilir kunnu kom fyri, og kunnu fráboðast á m.me/itrottur)

Hagtølini fyri øll feløgini undir einum


EB/Streymur brúkti mest egið tilfar

64,4% av leiktíðini hjá EB/Streymi varð spæld av “egnum leikarum”. Næst komu NSÍ við 62% og Víkingur við 61,1 %.

Í hinum endanum brúkti B36 bara “egnar leikarar” 29,4% av tíðini, HB 34,7%, og TB 35%.


B36 mest leikarar úr øðrum føroyskum feløgum

Heili 64,6% av samlaðu leiktíðini hjá B36 varð spæld av leikarum, sum er uppvaksnir í øðrum føroyskum feløgum. Næst á listanum var Skála við 48,8%  og HB við 47,3%.

KÍ og Víkingur brúktu heilt klárt minst leikarar úr øðrum føroyskum feløgum í fjør, KÍ 16,1% og Víkingur 16,4%.

TB mest útlendskar leikarar

TB brúkti í 2019 útlendskar leikarar 36,2% av samlaðu leiktíðini. KÍ brúkti við 35,5% næstmest útlendskar leikarar.

Eingin útlendskur leikari spældi fyri EB/Streym í fjør.

Tølini fyri hvørt felag: