Kann gerast eitt frálíkt ítróttasummar

Vit fingu øll ein ordiliga hvøkk, tá ið Róðrarsambandið boðaði frá, at eingin kappróður verður í summar. Alt var tó ein misskiljing, og nú bendir alt á, at kappróðrarbátarnir kunnu verða flotaðir.

Myndin er frá ólavsøku 2010

Allar ítróttagreinar kunnu fara í gongd, boðaði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, frá á tíðindafundi fyri einari viku síðan. Landsins myndugleikar vildu hava ítróttin í gongd, men kortini við ongum áskoðarum.

Tað gjørdist rímiliga skjótt greitt, at fótbólturin ætlaði sær í gongd, meðan stóru vetrarítróttagreinarnar, hondbóltur og flogbóltur, valdu ikki at byrja kappingarnar aftur.

Í fyrrakvøldið brast so bumban. Eingin kappróður verður í summar. Tað hevði Róðrarsambandið avgjørt eftir tilmæli frá korona-ráðgevingini.

Fólk sótu spyrjandi heima í stovunum, og skjótt var greitt, at ónøgdin var stór millum róðrarfólk og føroyingar sum heild, nú tjóðarítrótturin var avlýstur fyri alt summar.

Var tað ikki, at loypa fram av, longu at avlýsa alt kappróðrarárið? Hví kundi fótbólturin fara á rull, tá ið bátarnir ikki kundu flotast? Jú, spurningarnir vóru nógvir.

Eftir eitt sindur av viðgerð í fjølmiðlunum og á sosialu miðlunum, kom tó fram, at allar ítróttagreinar hava fingið nøkulunda somu boð frá korona-ráðgevingini.

Talan var um eina misskiljing, sum helst komst av einari korona-ráðgeving, sum var farin út um sínar heimildir bert at ráðgeva. Ella einum Róðrarsambandi, sum ikki ordiliga hevði skilt, at politiski myndugleikin heilt greitt hevði heitt á ítróttagreinarnar at fara í gongd aftur

Nú bendir so alt á, at Róðrarsambandið fer at endurskoða sína avgerð, og vónandi endar tað við, at kappróðrarbátarnir verða flotaðir nakað skjótt.

Um tað eydnast okkum at halda koronasmittuni úti úr Føroyum, so kann eisini hugsast at vit fáa eitt frálíkt ítróttasummar við kappróðri, fótbólti, frælsum ítrótti, súkkling og øðrum summarítrótti.

Vil heilt væl til, so sleppa eisini áskoðarar til ítróttatiltøkini seinni í summar. Og havandi í huga, at nærum allir føroyingar helst verða í Føroyum í summar, so kann hugsast at vit veruliga fáa eitt frálíkt ítróttasummar.