Gott at vera til fótbólt aftur, nú flestu liðini í Betri-deildini spæla venjingardystir hetta vikuskiftið. Í Havn spældu bæði havnarfeløgini venjingardystir í dag. HB móti TB og B36 móti AB.
Linligur dystur millum HB og TB
HB-TB 1-0
Í Tórsvølli tók HB móti TB kl. 12.30. Talan var um ein linligan dyst, og tað sást, at menn hava havt ein steðg frá fótbóltinum í nakrar vikur. Fyrri hálvleikur var heldur frægari enn seinni, og hæddarpunktini komu, sum ikki einaferð frá Adriani Justinussen. Fyrst sendi hann eitt fríspark á tríkantin, og í tíðini dómarin hevði lagt afturat, tók Adrian staddur nakað út í vinstru síðu, eitt trekk inn í vøllin og sendi eitt flatt skot inn við nærmastu stong.
Í seinni hálvleiki skifti HB alt liðið út, og TB framdi eisini nógvar útskiftingar. Góðskan í spælinum dalaði eisini nakað, og einki mál kom afturat í dystinum.
Hjá HB mátti Jógvan Rói Davidsen út við einum skaða, og tað ljóðaði, at hann møguliga hevði brotið nøkur rivjabein.
Sær gott út hjá B36
B36-AB 4-1
Kl 13.00 spældu B36 og AB. B36 vann 4-1, og tað korterið sum undirritaði sá hvørjum hálvleiki, var B36 heilt greitt betra liðið, og tað tyktist ikki at darva B36, at teir í hálvleikinum skiftu so at siga alt liðið út. B36 hevur stóra breidd, og tykjast klárir, at fara at stríðast um meistaraheitið hetta kappingarárið.
Hjá B36 mátti Sebastian Pingel út við skaða, sum í fyrsta umfari sá eitt sindur alvorligur út. Vónandi er tað ikki alvorligt hjá fryntliga dananum í B36.