Lava knústi B36


Víkingur – B36 4-2 (2-1)
Fyri nøkrum árum síðan undraðust fleiri, hví Andreas Lava Olsen ikki fekk fleiri møguleikar í álopinum á føroyska landsliðnum, tí við sínum óortodoksa spælihátti kláraði hann at geva einari og hvørjari verju stórar trupulleikar.

Nú er kanska longri millum teir heilt góðu dystirnar hjá Lava. Men í dag vann Lava dystin móti B36 nærum einsamallur. Hann skoraði tvey tey fyrstu málini og var við í hinum báðum málunum.
Fyrsta málið hjá Lava og Víkingi, kom eftir eitt frálíkt útspark frá málverjanum Elias Rasmussen heilt fram í vinstra horn, har Sølvi Vatnhamar legði bóltin inn fyri til Lava, sum lættliga setti bóltin í málið.

B36 javnaði við brotssparkið, sum Árni Frederiksberg sendi trygt í netið, og so skoraði Lava sítt annað mál við einum frálíkum langskoti.

Lukasz Cieslewicz spældi í dag fyri fyrstu ferð móti B36, har hann í nógv ár hevur verið millum allarbestu spælararnar. Saman við Róaldi Jacobsen og núverandi venjaranum, Jákupi á Borg, var Lukasz í fleiri ár kjarnin á tí sera væl leikandi liðinum hjá B36, sum m.a. vann meistaraheitið í 2015 og 2016.

Hesin bóltspælandi spælihátturin er ringur at fáa eyga á á dagsins liði, har miðvøllurin sum oftast verður lopin um. Í staðin verður spælt við longum bóltum út á veingirnar og fram í álopið. Eisini spælir B36 sera nógv upp á deyðbóltar og serliga longu innkøstini hjá Benjamin Heinesen hava víst sera at vera sera vandamikil

Aftur í dag hevði B36 eins og móti HB sera trupult við at fáa spælið at hanga saman, og tað var rímiliga lætt hjá Víkingi at vinna miðvøllin, har Eli Falkvard Nielsen hjá B36 sær út til stríðast ov einsamallur.

Verjuparturin hjá B36 hevur eisini haltað hesar báðar seinastu dystirnar, og ein av orsøkunum er, at skaðar hava rakt bæði málmanspartin og verjupartin. Tó er tað merkisvert, at helst Føroya besti verjuleikari, Sonni Ragnar Nattestad, hevur víst seg at vera veikasta liðið í verjuketuni hjá B36, og alt ov ofta hevur hann verið úti av positión bæði móti HB og Víkingi.

Í seinna hálvleiki eydnaðis Eli Falkvard Nielsen, at javnaði til 2-2, tá ið hann skallaði eitt hornaspark í málið. Víkingur svaraði beinanvegin aftur, tá ið Lava úti í vinstru síðu snittaði bóltin til Jákup Johansen, sum legði inn fyri til Gunnar Vatnhamar fekk bóltin í netið aftanfyri Róa Mørk Hentze, sum helst átti at havt bjargað skotinum.

Sølvi Vatnhamar staðfesti 4-2 sigurin við brotssparkið, sum var gjørt móti, hvørjum øðrum enn Andreas Lava Olsen.

B36 og serliga Sebastian Pingel høvdu nakrar møguleikar at koma inn í dystin aftur, men tað eydnaðist ikki.

Víkingur vann sostatt enn einaferð móti einum øðrum topp-5-liðið, men higartil hava teir verið ov óstøðugir til veruliga at kunna blanda seg í toppin.

B36 má heim at arbeiða við javnvágini á liðinum. Verjuparturin má skipast betri, og onkursvegna má eisini meira bóltspæl, vilji og tyngd inn á miðvøllin.

Víkingur – B36 4-2 (2-1)
1-0: 20. Andreas Lava Olsen
1-1: 25. Árni Frederiksberg (br)
2-1: 32. Andreas Lava Olsen
2-2: 56. Eli Falkvard Nielsen
3-2: 57. Gunnar Vatnhamar
4-2: 64. Sølvi Vatnhamar (br)