“Tann gylti drongurin” fyllir 60 ár

Fríggjadagin fylti Diego Maradona 60 ár. Hann var heimsins besti fótbóltsleikari í 1980-árunum, og hevur síðan gjørt var við seg bæði á og uttanfyri vøllin.

Tað er ein Diego, tann meinaleysi fótbóltssnillingurin, og tað er ein Maradona, tann buldrasliga superstjørnan, sum kom í hóslag við mafiuna, kokain og annan lort.

“Guðs hond” og tíðarinnar mál
HM-endaspælið í Meksiko í 1986 fylti nógv hjá okkum smádreingjum. Hetta var millum annað orsaka av tí at frálíka danska landsliðinum, sum fyri fyrstu ferð hevði spælt seg til HM-endaspælið, og ikki minni tí at dystirnir í HM-endaspælinum fyri fyrstu ferð vórðu vístir beinleiðis í føroyskum sjónvarpi.

Mánaðirnar upp til HM-endaspælið samlaðu allir dreingir í Føroyum upp á eitt kortspæl við fótbóltsspælarum á, sum var í tyggigummipakkum. Maradona var spaðara ess og Michael Platini var rútara ess, og vit smádreingir tosaðu um, hvør teirra mundi vera heimsins besti fótbóltsspælari.

Svarið fingu vit í HM-endaspælinum. Maradona skaraði framúr.

Vit leita fyrst aftur til 22. juni í 1986. 51 minuttir vóru spældir av fjórðingsfinaluni millum Argentina og Ongland á Azteca leikvøllinum í Meksiko Býi.

Einki mál var skorað í dystinum, og ein høgur bóltur støkk aftur til enska málverjan Peter Shilton, sum bara skuldi lofta. Men Shilton loftaði ongantíð, tí at tann 20 centimetrar lægri Diego Maradona leyp hægri upp og beindi bóltin í málið við vinstru hond.

Øll sóu tað, og bíðaðu til dómarin dømdi fríspark, men hann dømdi mál. Eftir dystin segði Maradona, at hann skoraði eitt sindur við høvdinum og eitt sindur við “Guðs hond”.

Fýra minuttir seinni skoraði Maradona tíðarinnar mál, tá ið hann av egnari hálvu rak og krússaði framvið nærum øllum enska landsliðnum og endaði við at reka framvið Shilton í málinum og skora.

Eina viku seinni í HM-finaluni hevði Vesturtýskland júst javnað til 2-2. Men við fáum minuttum eftir legði Maradona eina frálíka sending av egnari hálvu fram til Jorge Burruchaga, sum skoraði sigursmálið.

Løtu seinni tók Diego Armando Maradona móti heimsmeistarasteypinum, og lítli gandakallurin hevði sett eina tjúkka striku undir, at hann var heimsins besti fótbóltsleikari.

Fótbóltur vegurin úr fátækdømi
Maradona vaks upp í fátækdømi í høvuðsstaðnum Buenos Aires. Tá ið hann var átta ár, legði felagið Argentina Juniors merki til hansara frálíku evni við bóltinum. Sum 12 ára gamal hugtók hann allar áskoðararnar, tá ið hann sum bóltadrongur í hálvleikinum í einum dysti vísti síni fótbóltskynstur.

Maradona spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í Argentina í 1976 beint áðrenn hann varð 16 ár. Hann spældi fimm ár við Argentina Junior, áðrenn hann var eitt ár við stórfelagnum Boca Juniors, og vann argentinska meistaraheitið við teimum.

Í 1982 gjørdist Maradona heimsins dýrasti fótbóltsleikari, tá ið hann skifti til katalanska stórfelagið Barcelona. Har gekst tó ikki heilt eftir vild. Í rokmiklu steypafinaluni móti Athelitic Bilbao í 1984, sparkaði Maradona eftir dystin eftir øllum í Bilbao-troyggju, og so var hansara ævintýr í Spania av. 
Frelsari, mafia og kokain 
Heilt óvæntað skifti Maradona til suðuritalska felagið Napoli. Felagið hevði ongantíð vunnið italska meistaraheitið. Men nú skuldi tað verða. Við italskum mafiapengum gjørdist hann enn einaferð heimsins dýrasti fótbóltsleikari, og tá ið Maradona kom til Napoli, vóru viðhaldsfólkini sannførd um, at frelsarin var komin.

Maradona sveik ikki, og nærum einsamallur førdi hann Napoli til italska meistaraheitið í 1987, og síðan tá hevur Maradona nærmast verið tilbiðin í suðuritalska stórbýnum. Napoli vann eisini meistaraheitið í 1990, steypakappingina í 1987 og UEFA-cup í 1989. 

Tað at vera gudur í Napoli var ikki bara lætt, og sambandi við mafiuna og nógv kokain førdu til, at tað spakuliga gekk niður á bakka. Hann gavst í Napoli 1992 eftir eitt 15 mánaðir leikbann, tí kokain varð funnið eini blóðroynd.

Hann spældi eitt stutt skifti í spanska felagnum Sevilla, og nakrar mánaðir í Newell's Old Boys í heimlandinum, áðrenn hann endaði yrkisleiðina sum fótbóltsspælari í Boca Juniors, har hann spældi seinasta dystin í 1998.

Upp og niður á landsliðinum
16 ára gamal spældi Maradona sín fyrsta landsdyst 27 februar 1977. Landsliðsvenjarin metti tó, at hann var ov ungur at vera við í HM-endaspælinum í 1978. Í 1982 var endin, at hann fekk reytt kort í dysti mót Brasil.

Hæddarpunktið á landsliðinum hjá Maradona var, sum nevnt, í HM-endaspælinum í 1986.

Í HM 1990 var farið at ganga niður á bakka hjá Maradona, men kortini megnaðu hann og Argentina at spæla seg fram til finaluna, sum teir taptu 1-0 fyri Vesturtýsklandi.

Mundi doyð
Var lívið hjá Maradona buldrasligt, meðan hann spældi fótbólt, so hevur tað ikki verið minni buldrasligt, eftir at hann gavst.

Kokain var framhaldandi ein partur av lívið hansara, og í 2004 var hann deyðanum nær, tá ið hann small um við einum hjartatilburði.

Eftir hetta fór hann til avvenjingar og fekk betri stýr á lívið hjá sær. Í 2008 gjørdist hann landsliðsvenjari hjá Argentina, og hann var sjálvandi í miðdeplinum, tá ið Argentina var við í HM-endaspælinum í Suðurafrika í 2010. M.a. sást hann undir venjing skjóta nøkur fríspørk, og tað dugdi maðurin framvegis sera væl.

Argentina kom í fjórðingsfinaluna, og Maradona misti starvið sum landsliðsvenjari. Síðan hevur hann vant nøkur lið í Argentina, Arabisku Emiratunum og eitt skifti var hann venjari í Meksiko.

Altíð fyrigivin
Diego Armando Maradona livir enn, og í Argentina verður Diego altíð fyrigivin, sama hvat hann ger. Hann er tjóðarinnar sonur, og verður mettur javnt við ongan minni enn fyrrverandi forsetafrúuna, Evu Peron, Evitu, sum nærmast er halgimenni í Argentina.

Og nú Maradona fyllir 60 ár, er hann heima í koronasóttarhaldi, tí hann hevur verið í samband við ein, sum hevur sjúkueyðkenni.

Vit hava neyvan hoyrt tað seinasta frá “Tí gylta dreinginum” .

----------------------------- 

Suni Merkistein hugleiðir um Maradona
Her endurgevur BirkBlog hugleiðing hjá útvarpsmanninum Suni Merkistein, sum hann hevði tá ið Filmsfelagið vísti filmin “Diego Maradona”  á heysti í 2019.


Filmurin “Diego Maradona”
Á heimasíðuni hjá donsku sjónvarpsrásini DR ber til at síggja filmin “Diego Maradona”, sum leikstjórin, Asif Kapadia, hevur framleitt.