Vit vaksnu grenja ofta um, at børnini nú á døgum spæla so lítið úti. Tað var nógv í millum fyrr, tá ið vit vóru lítil, tá vóru vit altíð úti.
Men somu vaksnu ætla nú at gera innandura spælipláss til børnini. Tað er vallyfti hjá onkrum kommunuvalevnum.
So kunnu tey vaksnu sita turt og fjálgt við fartelefonini.
Ja, hetta ljóðar ótrúligt, tí alla staðni í Føroyum eru góðar umstøður at fara út at spæla. Børn elska at fara út at spæla, bara tey sleppa.
Eg haldi, tað vera eina heilt skeiva leið at fara at gera innandura spælipláss.
Tí vit vita, at rørslurnar hjá børnum mennast best av at spæla úti í Guðs fríu náttúru.
So sleppa børnini at verða skitin, at verða vát, at smekka seg í, at detta, at fáa okkurt skurðsl, at merkja vind, at merkja regn, at merkja kulda o.s.fr..
Rørslur og sansir mennast best av at spæla úti. Mótstøðuføri móti sjúkum styrkist eisini best úti, og tað átti at verið gott í hesum koronatíðum.
Ítróttavenjarar, sum hava vant børn leingi, siga ofta, at rørslurnar hjá børnum er vorðnar verri seinnu árini.
Mett verður, at hetta er tí, at børn røra seg ov lítið og eru ov nógv inni. Eisini er ov nógv spæl skipað av vaksnum.
Vónandi skulu føroysku børnini ikki inn í sterilisera og “trygg” innandura spælipláss at spæla.
Tað er kanska hent hjá børnunum í stórbýunum úti í heimi.
Men í Føroyum hava vit heimsins besta spælipláss beint uttanfyri hurðina.
Lat børnini spæla úti, so tað sleppa at merkja veður og vind.