HB - NSÍ 2-2 (0-1)
NSÍ var stóran part av dystinum betri liðið, og vóru tvær ferðir á sigurskós. Men einum oddaliði so líkt, so kláraði HB at hála eitt stig í land. Nú manglar Havnar Bóltfelag bara trý stig í at gerast meistarar
HB byrjaði betri
HB byrjaði dystin betri enn NSÍ. Gestirnir lógu afturi á egnari hálvu, og lótu HB spæla bóltin runt. HB flutti eisini bóltin væl runt, tó uttan at koma til teir stóru møguleikarnar.
NSÍ slapp í okkurt mótálop og fingu bóltin inn móti málinum hjá HB, men einki spurdist burtur úr.
Spælið hjá HB gekk ov seint til at opna verjuna hjá NSÍ, og so við og við kom NSÍ betri við í dystin. NSÍ kom eisini í tær betru støðurnar, men seinasta sendingin var ikki nóg góð.
NSÍ skorar og er omaná
Tá ið hálvur tími var spældur, kom ferð á. Fyrst fór HB í eitt gott álop eftir gott forarbeiði frá Daniel Johansen. Beint eftir skeyt Petur Knudsen við vinstra beini, men Teitur bjargaði lættliga. Løtu seinni skeyt Mikkel Frankoch upp um.
Og í 35 minutti fór NSÍ í kontra, allir í verjuni hjá HB royndu at steðga Peturi Knudsen, sum hegnisliga hælaði bóltin aftur um seg til Pætur Skipanes, sum nakað til vinstru fyri málið hamraði bóltin í málið.
Eftir málið hevði HB sera trupult við at fáa nakað at hanga saman, og fleiri ferðir mistu teir bóltin í uppspælinum á egnari hálvu, og tað var nærri við, at NSÍ økti, enn at HB javnað
NSÍ aftur fram um
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so svaraði HB aftur. Eftir eitt innkast støkk bólturin út til Adrian Justinussen, sum hamraði bóltin millum vinir og fíggindar í málið.
Nú sá út til, at HB fór at leggja stórt trýst á NSÍ. Men so skoraði NSÍ aftur í einum skjótum mótálopi. Adrian skuldi sparka bóltin burtur, men bólturin fór fyri føturnar Klæmint Olsen, sum setti bóltin í tóma málið.
Aftur hesaferð misti HB rútmuna av málinum hjá NSÍ, og akkurát sum í fyrra hálvleiki eydnaðist ikki at fáa spælið at hanga saman, og NSÍ var nakrar ferðir nær við at økja. M.a. skallaði Klæmint Olsen framvið málinum, og eisini hevði NSÍ ein rimmar møguleika beint undir málinum, men eitt HB bein kom fyri.
NSÍ hevði HB akkurát, har sum teir ynsktu at hava teir. Verjan var tøtt, og teir fingu órógvað HB so mikið, at teir máttu leggja høgar bóltar inn fyri, og har var lætt hjá Oddi Højgaard at vinna flestu bóltarnar.
HB heppið at fáa eitt stig
HB spældi ikki væl í dag. Mikkel Frankoch og Delphin Tshiembe sóu ikki út til at vera í form, og m.a. tí fekk HB ongantíð tað skjóta samanspælið at rigga á Tórsvølli í dag.
Einum oddaliðið so líkt, so eydnaðist kortini HB at javna. Eftir eitt hornaspark, skallaði Bartal Wardum bóltin í málið, og so var HB á meistarakós.
Einki mál kom afturat í dystinum, og HB vann eitt sera týðandi stig, og skulu nú bara vinna móti TB í Havn sunnudagin, so eru teir meistarar. Tað vænta øll, at teir gera.
Petur Knudsen spælir ov nógv sjónleik
NSÍ hevði kanska uppiborið sigurin. Í verjupartinum spældi Oddur Højgaard ein branddyst, og í álopinum var Petur Knudsen, sum ikki einaferð, ein støðug hóttan móti málinum.
Hinvegin er tað strævið, at síggja ein so góðan leikara sum Petur detta so lætt, og ferð eftir ferð liggja niðri sum ein skotin hundur. Í minsta lagið fimm ferðir, lá Petur á vøllinum, og endurtøkurnar á Rás 2 hjá Televarpinum vístu, at sum oftast blakaði hann seg niður uttan nakra orsøk. Løgið, at dómararnir halda fram at døma til hann nærum hvørja ferð. Tað hevði klætt Peturi betur at staði á beininum og spælt fótbólt í staðin fyri at tvætla býtt soleiðis.
NSÍ misti tvey týðandi stig í stríðnum um plássini í Evropa. Tveir teir seinastu dystirnar í ár, spæla teir móti KÍ og B36, sum eru beinleiðis kappingarneytar at sleppa út í Evropa, so enn kann NSÍ avgera alt sjálvt.
Betri Deildin hjá monnum
HB - NSÍ 2-2 (0-1)
0-1, 36. Pætur Skipanes
1-1, 48. Adrian Justinussen
1-2, 51. Klæmint Olsen
2-2, 78. Bartal Wardum