Hetta umfarið í bestu deildini vísti okkum, at tá ið oddaliðini spara eitt sindur av fólki, so er ikki so nógvur munur á oddi og botni.
Í gjár spardi HB eitt sindur av fólki, og onkur var skaddur. Tað sást væl aftur á vøllinum, og tað var um reppið, at AB tók stig frá HB.
KÍ mátti seta profilarnar inn
Í dag sóu vit eisini oddaliðini KÍ og B36 vera í knípu móti ÍF og Skála.
Hóast KÍ hevði alt spælið móti ÍF, so legði Sjúrður Pauli Nielsen ÍF fram um í 8. minutti. Nokk so leingi lúrdi eisini ein rimmar sensatión, og Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ mátti seta Patrik Johannesen, Deni Pavlovic og Páll Klettskarð á vøllin fyri at vendan gongdini. Ein knappur tími var spældur, tá ið Páll Klettskarð skallaði eitt innlegg í málið eftir sera gott forarbeiði frá Ole Erik Midtskogen.
Fáar minuttir seinni, sendi Jóannes Bjartalíð eitt brotsspark í málið, og so var eingin vegur aftur hjá fuglfirðingum.
Páll Klettskarð skoraði eitt afturat, og Ole Erik skoraði seinasta málið í 4-1 sigrinum. Lítla vónin um at endurvinna FM livir enn hjá KÍ, og stigini vóru eisini sera týðandi í stríðnum við NSÍ og B36, um at vinna annað plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til evropeiskan fótbólt komandi ár.
Pingel bjargaði B36 í seinastu løtu
Tað sá veruliga út til, at B36 fór at missa tvey stig á Skála, og harvið hevði B36 helst ikki kunna nátt evropeiskum fótbólti komandi ár gjøgnum landskappingina.
Dysturin var farin tríggjar minuttir inn í yvirtíðina, tá ið tað eydnaðist Sebastian Pingel at vinna ein væl og virðiliga uppibornan 2-1 sigur. Hannes Agnarsson hevði lagt B36 fram um, og Aksel Danielsen javnaði fyri Skála.
Skála hevði væl kunna brúkt eitt stig, tí so høvdu teir komið av aftasta plássinum, ájavnt í stigum við AB og við betri málmuni. Nú er Skála framvegis eitt stig aftanfyri AB.
Tað liðið sum endar næstniðast, sær í løtuni út til at skula møta B68 í einum upp/niðurflytingardysti. 07 Vestur sær í løtuni út til at hava kós móti beinleiðis uppflyting.
EB/Streymur bjóðar ÍF av um sætta plássið
TB kundi við einum sigri á EB/Streymi, koma í kontakt við sundalagsmenn á stigatalvuni. Men EB/Streymur vann dystin 3-2 og eru nú javnir við ÍF á stigatalvuni við 23 stigum, tó við verri málmuni.
Mark Kongstedt legði TB fram um, Petur Zachariasen og Bárður Olsen við beinleiðis frísparki javnaðu og løgdu EB/Streym fram um fyri hálvleik.
Í seinna hálvleiki javnaði Samudeen Musah fyri TB, áðrenn Símun Sólheim skoraði sigursmálið fyri EB/Streym tveir minuttir fyri tíð.
Frálíka gongdin hjá EB/Streymi seinastu mánaðirnar ger, at teir nú eru javnir í stigum við ÍF, sum fullkomiliga er steðga upp, tá ið ræður um at vinna stig.
Langskot tryggjaði NSÍ sigurin
Í gjár vann NSÍ 3-2 á Víkingi. Jóhan Troest Davidsen legði NSÍ fram um. Sølvi Vatnhamar javnaði við brotssparki. Petur Knudsen legði NSÍ aftur fram um, men aftur javnaði Sølvi við einum brotssparki, sum var sera ivasamt dømt.
Sandavágsmaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen, avgjørdi dystin við einum frálíkum langskoti. Harvið er NSÍ framvegis væl við í stríðnum um evropeisku plássini.