Tá ið Hilmar Leon Jakobsen í dag í yvirtíðini skoraði sigursmálið fyri HB móti AB, var tað mál nummar 74 hjá HB í ár, sum harvið longu hevur tikið málmetið, hóast teir hava tríggjar dystir eftir at spæla.
Helst eisini størsta málmun nakrantíð
HB er eisini á veg at vinna sær besta málmunin nakrantíð.
Hyggja vit á FaroeSoccer, so skulu vit heilt aftur til 1971 fyri at finna gamla metið fyri besta málmun.
Tað árið vann HB meistaraheitið frá 66-liðinum hjá KÍ, og HB hevði ein málmunn á pluss 50 mál í bara tíggju dystum. Í nýggjari tíð hava meistararnir hjá KÍ frá í fjør havt besta málmunin við pluss 43 málum.
HB hevur eftir sigurin móti AB í dag skorað 74 mál og latið 20 inn. Tað gevur ein málmun á 54 mál. Tað er nýtt met. Men HB kann sjálvandi missa metið í seinastu trimum dystunum, um málmunurin hesar dystirnar verður minus fýra ella verri.
KÍ hevur í løtuni ein málmun á pluss 41, og hevur eisini ein realistiskan møguleika at fáa besta málmunin nakrantíð, tí í skrivandi løtu, mangla teir fimm dystir at spæla í ársins landskapping.