Hilmar Leon bjargaði HB


Betri Deildin hjá monnum
AB - HB 2-3 (0-2)

Dysturin var um at vera liðugur, og tað sá út til at AB fór at taka stig frá oddaliðinum HB, og harvið seta eitt sindur av lívið í FM-stríðið aftur. Men so í fyrsta minutti í yvirtíðini traðkaði Hilmar Leon Jakobsen til og avgjørdi dystin. HB hevur sostatt framvegis beina kós móti føroyameistaraheitinum.

Riggaði ikki hjá HB
Seinast liðini møttust vann HB heili 11-0 á Tórsvølli, og fyrr í ár tapti AB 5-0 fyri HB. Tí væntaðu øll, at HB fór at spasera til sigurs úti í Vika á Argjum í dag.

HB fekk tó ongantíð veruliga maskinuna at koyra í dag. Nakrir leikarar vóru spardir, Mathias Nygaard hevði leikbann, og Heri Mohr var skaddur.

Sjálvt um HB hevði stóran part av spælinum, so sást aftur, at liðið var nakað veikari enn vanligt. Serliga eyðsýndur var saknurin í Mathias Nygaard, sum altíð ger nógvar renningar í bakrúmið, og harvið upploysir tøttu verjurnar, sum altíð møta HB.

Tað eydnaðist AB við góðum verjuspæli at halda HB frá teimum stóru møguleikunum, hóast havnarliðið hevði bóltin stóran part av tíðini.

Sum ætlað 
HB førdi tó 2-0 í hálvleikinum. Øssur Dalbúð skoraði tað fyrsta í 27. minutti, eftir at Hilmar Leon legði ein frálíkan bólt innfyri í vinstru síðu. Fáar minuttir seinni skoraði Hilmar Leon sjálvur, eftir eina fiksa hornasparkssamanseting. Daniel Johansen sendi hornaspark flatt inn fyri, ein HB-ari lat bóltin fara millum beinini til Hilmar Leon, sum skoraði.

Teitur Gestsson skaddur
Alt sá út til at ganga, sum tað skuldi, hjá HB. Men so mátti málverjin, Teitur Gestsson av vøllinum við einum skaða. Í málið kom eykamálverjin, Jákup Højgaard, og hann fekk at sanna at tað er trupult at vera eykamálverji. Bert tríggir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá ið hann misti eitt innlegg fyri føturnar á Bjarka Nielsen, og so var AB við í dystinum aftur.

Ársins sensatión lúrdi á Argjum
Tað skuldi gerast upp aftur verri fyri HB, tá ið Samuel Chukwudi feldi, Adishina Lawal. Dómarin metti, at hann var seinasti maður og vísti unga stórtallentinum reyða kortið. Nýinnskifti Leivur Guttesen, sum er leigaðu frá HB til AB, gjørdi ikki mætari enn at senda frísparkið beint í málið við vinstra beininum. Hesaferð kundi Jákup í HB-málinum einki gera við skotið. 2-2 og ársins sensatión lúrdi á Argjum.

HB-viðhaldsfólk rýmdu
Við tíggju monnum sá als ikki út til, at HB fór at megna at vinna dystin. Nógv HB-viðhaldsfólk leitaðu yvir móti útgongdini. Summi grenjaðu um HB-leikararnar, onnur um dómaran og uppaftur onnur um venjaran, sum hevði undirmett AB. Ja, lagið á HB-viðhaldsfólkunum var einki at reypa av hesa løtuna.

Hilmar Leon avgjørdi
AB hevði tamarhald á støðuni, men einum botnliðið so líkt, so endaði kortini við, at teir taptu.

Beint, sum farið var inn í yvirtíðina, varð eitt skot rætta av, Hilmar Leon Jakobsen fekk fatur á bóltinum, skoraði og bjargaði HB.

Tað var nógv gjørt burtur úr fyrr í ár, tá ið landsliðsleikarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, kom á besta liðið hjá HB, og beinanvegin gjørdi vart við seg, við uppleggum og málum. Tað sást tó, at tað vóru nøkur ár síðan Hilmar Leon hevði spælt fótbólt, og tann fíni bóltførleikin var ikki ordiliga komin upp á pláss.

Í dag sóu vit á Argjum, at Hilmar Leon er um at koma veruliga á rætta lagið at sparka ein bólt. Tann fíni bóltførleikin er nógv batnaður síðan í vár, og tá ið spælskilið, málnøsin, kvikleikin og styrkin framvegis eru har, so var Hilmar Leon klárt besti maður á vøllinum á Argjum í dag.

Tað sær framvegis veruliga gott út hjá HB, sum nú manglar fýra stig í at vinna føroyameistaraheitið.

Fyri AB vísti dysturin í dag, at um verjuparturin er nóg væl skipaður, so ber væl til at vera við í øllum dystum. Hinvegin, so er álopsspælið framvegis alt ov lítið vandamikið, og skulu fleiri stig á kontuna, so má meira bit í álopspartin.

Betri Deildin hjá monnum
AB - HB 2-3 (0-2)
0-1, 27. Øssur Dalbúð
0-2, 33. Hilmar Leon Jakobsen
1-2, 48. Bjarki Nielsen
2-2, 72. Leivur Fossdal Guttesen
2-3, 91. Hilmar Leon Jakobsen