Fyri brasiliufólk er Pelé meira enn bara ein fótbóltsspælari. Hann eru ímyndin av Brasil um allan heim, og hann er eisini fátæki drongurin úr Bauru, sum gjørdist heimsins besti fótbóltsleikari.
Alt byrjaði í Stockholm
Vit leita fyrst aftur til 29. juni í 1958. Vit er stødd á Råsunda leikvøllinum í Stockholmi. 17 ára gamli Pelé hevur júst skotið tvey mál í 5-2 sigrinum í finaluni um heimsmeistaraheitið móti vertstjóðini Svøríki. Brasil er á fyrsta sinni heimsmeistari í fótbólti.
Hetta var byrjanin til, at Brasil komandi árini gjørdist heimsins fremsta fótbóltstjóð. Við frálíkum fótbóltsspæli hugtóku brasilumenn og Pelé allan fótbóltsheimin og vunnu eisini HM í 1962 og 1970,
Og var tað ikki tí, at Pelé varð so harðliga sparkaður niður í dystinum móti Portugal í 1966, so hevði Ongland møguliga framvegis ongantíð havt vunnið heimsmeistaraheitið.
Heimsins fyrsta superstjørna
Pelé var tann fyrsta veruliga superstjørnan í fótbólti. Nýliga framkomna sjónvarpið gjørdi tað møguligt at senda beinleiðis dystir um allan heim, og inn í stovurnar trein hesin gandakallurin, sum dugdi at kalla alt við einum bólti, og hugsaði skjótari enn allir hinir.
Hann var tann fullkomni fótbóltsleikarin. Var sera kvikur, dugdi væl at reka við bóltinum, sparkaði líka væl við báðum beinum, var sera sterkur í luftini, hugsaði skjótari enn teir flestu á vøllinum, og so stríddist hann altíð fyri sítt lið, Heilt einfalt var Pelé tann fullkomni fótbóltsleikarin, sum eisini altíð dugdi at traðka til, tá ið mest var brúk fyri tí.
Vaks upp í fátækdømi
Pelé vaks upp í Bauru í landspartinum Sao Paolo. Pápin var fyrrverandi fótbóltsleikari, sum mátti gevast við fótbóltinum orsaka av einum skaða.
Korini vóru fátækslig í uppvøkstrinum hjá Pelé. Men fótbólturin var tað, sum bjargaði smádreinginum Pelé, og í 1956 gjørdi 15 ára gamli Pelé sáttmála við stórfelagið Santos, sum hann spældi við komandi 18 árini.
Hann spældi sín fyrsta landsdyst sum 16 ára gamal, og sum nevnt trein hann inn á alheims fótbóltspallin sum 17 ára gamal undir HM í Svøríki í 1958.
Saksasparkið
Navnið Pelé gjørdist gandakent, og sjónvarpsmyndir vístu øllum heiminum snildirnar, sum hesin gandakallurin vísti á fótbóltsvøllinum. Umframt at skjóta nógv mál, skoraði hann øll sløg á málum.
Harafturat vísti hann heiminum saksasparkið. Eingin veit nær saksasparkið var uppfunnið, men tað var Pelé, sum vísti heiminum hetta listarliga sparkið. Í fullkomnari javnvág blakaði hann kroppin afturav vatnrættan upp í luftina og sparkaði bóltin aftur um seg. Eingin hevði sæð slíkt fyrr, og Pelé gjørdist næstan guddómligur.
Við Santos vann Pelé nógvar kappingar, og hann tók tey flestu metini, tá ið tað kom til at skjóta mál.
Santos var kortini sjáldan við í Copa Libertadores, tí stóru kappingini fyri feløg í Suðuramerika.
Tað kostaði ov nógv, og tað vóru fleiri pengar í at ferðast heimin runt og spæla framsýningardystir, tí alla staðni vildu tey síggja Pelé. M.a. gjørdist Pelé sera væl umtóktur í Afrika, tí at hann og Santos komu til Afrika at spæla framsýningardystir.
Vunnið HM tríggjar ferðir
Sum nevnt, so er Pelé mest kendur fyri síni avrik í kappingini um heimsmeistaraheitið. Hann er einasti leikarin, sum hevur vunnið HM tríggjar ferðir, og tað verður helst seinur dagur, áðrenn tað metið verður tikið.
Í HM í Svøríki skoraði Pelé seks mál. Fýra ár seinni í HM-endaspælinum í Kili í 1962 vann Brasil aftur HM. Men Pelé spældi bara tveir dystir og skoraði eitt mál, áðrenn hann gjørdist skaddur.
Aftur í 1966 spældi Pelé bara tveir dystir í HM-endaspælinum. Fyrst skoraði hann móti Bulgaria og varð skaddur, tá ið bulgarar sparkaðu hann niður.
Hann spældi ikki næsta dystin, men var við aftur triðja og avgerandi dystin mót Portugal. Aftur varð hann sparkaður niður og mátti halta seg gjøgnum dystin, tí tá var ikki loyvt at skifta út. Brasil tapti, og Pelé segði, at hann ongantíð fór at spæla í HM aftur.
Tíbetur skifti Pelé meining, og hann setti krúnuna á verkið í HM-endaspælinum í Meksiko í 1970.
Brasil spældi seg í finaluna móti Italia. Á veg í finaluna skoraði Pelé trý mál, og í dystinum móti Ongland gjørdi enski málverjin, Gordon Banks, tað sum vanliga verður kallað heimsins bestu bjarging, tá ið Pelé skallaði niður í jørðina.
Finalan móti Italia verður enn tann dag í dag av mongum mett at vera besti fótbóltsdystur nakrantíð. Brasil vann 4-1, og Pelé skoraði eitt mál við einum frálíkum skallara.
Pelé spældi sín 92. og seinasta landsdyst í 1971. Hann skoraði 77 mál á landsliðinum.
“Sjálvt skýggini grótu”
Í 1974 spældi Pelé sín seinasta dyst fyri Santos. Árið eftir fór hann til USA at spæla fyri felagið Cosmos í “North American Soccer League”, sum var ein roynd at gera eina veruliga fótbóltsdeild í USA. Umframt Pelé, spældu m.a. Franz Beckenbauer, Johan Cruyff, Eusebio, Bobby Moore, George Best og Gordon Banks í USA komandi árini.
Í 1977 spæli Pelé sín seinasta almenna fótbóltsdyst. Seinasti dysturin var ein framsýningardystur millum Cosmos og Santos. Pelé spældi ein hálvleik á hvørjum liði, og skoraði upp á fríspark.
Í seinna hálvleiki fór at regna illa, og dagin eftir hevði ein avís í Brasil beinraknu yvirskriftina “Sjálvt skýggini grótu”.
Filmsleikari og ráðharri
Eftir yrkisleiðina sum fótbóltsspælari var Pelé við fótbóltsfilminum “Escape to Victory”, sum fer fram undir seinna heimsbardaga.
Pelé spælir á einum liði við sameindum fangum móti einum týskum liði. Við í filminum vóru eisini m.a. Bobby Moore og Osvaldo Ardiles. Í málinum var eingin minni enn Sylvester Stallone.
Pelé skorar sjálvandi við einum saksasparki, og alt endar við, at Stallone bjargar einum brotssparki.
Pelé hevur eisini øll árini, síðan hann gavst verður eitt slag av umboðsmanni fyri fótbólt, og hann hevur verið nógv at sæð í sambandi við HM-endaspøl og onnur fótbóltstiltøk.
Hann hevur heilsa upp á nógvar av alheims leiðarum, m.a. amerikansku forsetarnar Ronald Reagan og Bill Clinton og russiska forsetan Vladimir Putin.
Pelé var eisini eitt slag av ítróttamálaráðharra í Brasil eitt skifti í 90 árunum, og hann hevur altíð tosað søk teirra fátøku.
Heilsan farin at bila
Seinastu árini er heilsan farin at bila, og við lutakastið til HM í 2018 í Moskva sat Pelé í rullustóli.
Hann sæst ikki so ofta alment longur. Men nú hann fyllir 80 ár, hátíðarheldur alt Brasil tjóðarinnar stóra son, sum uttan samanbering er kendasta brasiliufólk nakrantíð.
Pelé er vorðin gamal. Men heimurin fer altíð at minnast hann sum heimsins besta fótbóltsleikara, og sum tann fyrsta fótbóltsleikaran, ið veruliga gjørdist kendur um allan heim.
Listamaðurin Eduardo Kobra hevur mála eitt gøtumálarí av Pelé í sambandi við 80 ára dagin