Betri Deildin hjá monnum
KÍ - B36 1-1 (0-0)
KÍ javnaði í seinastu løtu, tá ið B36 fyri triðju ferð í ár tók stig frá føroyameistarunum úr KÍ. Harvið borðreiðir B36 FM-steypið fyri grannunum í HB. KÍ var betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan B36 kom nógv betri við í dystin í seinna hálvleiki
KÍ omaná
KÍ byrjaði sum eitt satt ódnarveður og trýsti B36 langt aftur á vøllin. Hvørja ferð B36 royndi at spæla seg út frá málinum vunnu KÍ-leikararnir bóltin skjótt aftur. Álopini, fríspørkini og hornaspørkini skolaðu móti málinum hjá B36, men teir hvítu úr Havn megnaðu at standa í móti.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom B36 eitt sindur betri við í dystin, og eina løtu bylgjaði dysturin aftur og fram.
Spælið var nógv merkt av nærdystum og nógvum høgum bóltum. Hóast KÍ var omaná, so var lítið samanhangandi spæl at síggja.
Nakrar ferðir var KÍ mær við, tá ið teir fingu høvdið á bóltar, sum komu inn fyri málið. Men hvørja ferð fór bólturin upp um, og tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið.
B36 legði seg fram um
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so skoraði B36 beint í móti gongdini í dystinum. Steffan Radosavljevic vann sær fríspark fimm metrar uttan fyri brotsteigin nakað til vinstru. Steffan sparkaði sjálvur og gjørdi ikki mætari enn at hamra bóltin upp í nærmasta málhorn.
Eftir málið hevði KÍ ringt við at koma fyri seg, og B36 kom nógv betri við í dystin.
KÍ fekk tó ein góðan møguleika, tá ið innskifti Jákup Andreasen við handaru stong akkurát ikki fekk beint bóltin í málið, og eina ferð bjargaði B36 eisini á strikuni.
Langt inni í yvirtíðini eydnaðist umsíðir KÍ at javna. Eftir eitt langt og støðugt KÍ-trýst endaði bólturin hjá Oddmari Færø, sum hamraði bóltin í málið.
HB manglar sjey stig til FM
Stigamissurin hjá KÍ í kvøld merkir, at HB nú manglar sjey stig fyri at vera vísir í at gerast føroyameistarar. HB manglar fýra dystir, harav teir uttan iva vinna móti AB og TB. Hinir dystirnir hjá HB eru móti NSÍ heima, og so seinasti dystur móti KÍ í Klaksvík.
Í løtuni bendir alt sostatt á, at KÍ fer at kappast við NSÍ og B36 um at gerast nummar tvey, sum tryggjar pláss í Evropa næsta ár.
Betri Deildin hjá monnum
KÍ - B36 0-1 (0-0)
0-1, 49. Steffan Radosavljevic
1-1, 94. Oddmar Færø
Dysturin á FaroeSoccer