Betri Deildin hjá monnum
Skála – AB 2-0 (1-0)
Skála vann uppiborið botndystin móti AB í kvøld. Skála dugdi at skora eitt mál, og AB skoraði eitt í egið mál. Nú er veruligur spenningur í stríðnum at sleppa undan beinleiðis niðurflyting.
AB byrjaði best
AB var spælstýrandi fyrsta part av dystinum, tó uttan at skapa tað stóra. Søgan er tann sama hjá AB hvørja ferð. Teir eru alt ov lítið hóttandi móti málinum, og tí fáa teir alt ov lítið burtur úr yvirtakinum, sum teir av og á hava móti hinum liðunum í niðaru hálvuni á stigatalvuni.
Skála skoraði
Skála kom spakuliga við í dystin, og tá ið 25 minuttir vóru spældir fekk Skála eitt skeivt dømt hornaspark. Tað sendi Niels Pauli Danielsen inn fyri, og við handaru stong skallaði Kristian Martin Jakobsen í málið.
Skála omaná
Eftir málið var Skála omaná og hevði eisini onkran góðan møguleika afturat. Enn eitt hornaspark gjørdist vandamikið, og einaferð var púra opið í høgru síðu hjá AB, men tað varð ikki til nakran veruligan møguleika.
Skála helt fram at vera omaná eftir steðgin, og tá ið seks minuttir vóru spældir, var Mikkjal Hentze óheppin at beina bóltin í egið mál, eftir at Skála var farið í mótálop.
AB longri fram
Nú valdi AB at fara longri fram á vøllin og leggja trýst á Skála, men bert hendinga ferð gjørdist tað veruliga vandamikið.
Nakrar minuttir fyri fekk Bjarki Nielsen tó ein tveir góðar møguleikar. Hann slapp púra leysur til vinstru fyri málið, men Bárður á Reynatrøð bjargaði meistarliga, og heldur ikki returin megnaði Bjarki at beina í málið.
Spenningur í botninum
Nærri kom AB ikki, og við sigrinum í kvøld er Skála bara eitt stig aftanfyri AB. Tað er sostatt komin veruligur spenningur í, hvør skal sleppa undan at flyta beinleiðis niður.
Betri Deildin hjá monnum
Skála – AB 2-0 (1-0)
1-0, 25. Kristian Martin Jakobsen
2-0, 51. Sjálvmál, Mikkjal Hentze