Betri Deildin hjá monnum
HB – Víkingur 4-0 (3-0)
HB vísti øllum, at teir veruliga ætla sær at gerast føroyameistarar í ár. Havnarliðið var so ómetaliga nógv betri enn nýggja liðið hjá Víkingi, og 4-0 sigurin var ikki eitt mál ov stórur.
Byrjaðu sum eitt ódnarveður
Dysturin á Tórsvølli byrjaði við fullari ferð, og longu í triðja minutti skoraði Hørður Askham eftir eina hornasparksstøðu.
HB var leikliga fullkomiliga omaná, og Víkingur fekk í veruleikanum ikki eitt bein til jørðina. Kortini fekk Víkingur ein rimmar møguleika at javna. Olaf Bárðarson sendi bóltin inn um verjuna, akkurát so at Bartal Wardum ikki fekk fatur á bóltinum. Har fekk Finnur Justinussen fatur á bóltinum, tók eitt trekk og skjeyt. men Teitur Gestsson bjargaði meistarliga.
HB helt fram
HB helt fram í somu øði og hevði nakrar góðar royndir, áðrenn teir øktu til 2-0. 10 minuttir vóru spældir, tá ið Adrian rak inn úr vinstru og sendi eitt flatt langskot í málið. Helst skuldi Elias havt fingið fatur á bóltinum, men hann fór í málið.
Í 21. minutti spældi HB væl saman í høgru síðu. Endin var, at Dan í Soylu tók eitt sera fikst trekk á baklinjuni og legði inn fyri til Mikkel Dahl, sum skoraði.
Eftir 3-0 málið dovnaði dysturin nakað. Men HB var framvegis fullkomiliga omaná og hevði fleiri rimmar møguleikar at økja. M.a. gjørdi Víkingur nakrar rimmar feilir í uppspælinum, men HB rakti ikki tóma málið.
Meðan HB hevði spælið, so vóru Víkingar nakrar ferðir nær við eftir skjót mótálop, tá ið teir revsaðu HB fyri at vera langt frammi á vøllinum. Men antin vóru skotini ov vánalig ella bjargaði Teitur.
HB tók sær av løttum
Í seinna hálvleiki legði HB ikki líka nógv fyri, og Víkingur slapp eitt sindur meira við í dystin.
Tað var kortini HB, sum økti til 4-0, tá ið eitt korter var spælt. Daniel Johansen sendi eitt hornaspark inn fyri úr høgru, og við handaru stong skallaði Hilmar Leon Jakobsen bóltin í málið.
Sær gott út hjá HB
Hjá HB vóru flest allir spælarar góðir í dag. Skal nakar takast fram um aðrar, so má tað vera Heri Hjalt Mohr. Høgri bakkurin spældi við vanligum sjálvsálitið, og hann vann so at siga hvønn einasta nærdyst, umframt at hann var ein støðug hóttan í álopsspælinum. Eisini Mathias Nygaard, Dan í Soylu og Daniel Johansen vóru eyðsýndir HB. Hjá Víkingi skaraði Sølvi Vatnhamar sum vanligt burtur úr,
HB vann ein týðandi sigur og fekk nøkur góð mál á málúrtøkuna. Oddaliðið hevur nú fýra dystir eftir, og skulu vit fáa tað stóru FM-finaluna í Klaksvík á seinasta leikdegi, so er kravið helst, at NSÍ tekur stig frá HB á Tórsvølli um tíggju dagar.
Betri Deildin hjá monnum
HB – Víkingur 4-0 (3-0)
1-0, 3. Hørður Askham
2-0, 11. Adrian Justinussen
3-0, 22. Mikkel Dahl
4-0. 60. Hilmar Leon Jakobsen