B36 vann á nýggja graslíkinum


Betri Deildin hjá monnum
B36 – TB 2-0 (1-0)

Eftir eitt sindur av ivamáli, nær dysturin skuldi spælast, og um hann skuldi vera á Tórsvølli ella Gundadali, var endin, at hetta varð fyrsti dysturin í bestu deildini hjá monnum, sum varð spældur á nýggja og nógv umtalaða graslíkinum á ovara vølli.

B36 spælstýrandi
Hóast B36 manglaði nógvar leikarar, so var heimaliðið spælstýrandi frá byrjan, tó uttan at skapa tað heilt stóra. Tá ið B36 kom fram um eftir 14 minuttir var tað ein gáva frá TB. Málverjin var komin út úr málinum, tá ið Ndende royndi at fáa ein bólt av vandaleið, men hann rakti ikki ordiliga bóltin, sum ístaðin støkk inn móti tóma málinum, og har kundi Sebastian Pingel lættliga rulla bóltin í tóma málið.

TB rakti stongina
Eftir málið hevði B36 eina góða løtu og hevði onkran rímiligan møguleika økja. Trýstið hjá B36 hasaði kortini skjótt av, og seinna part av fyrra hálvleiki tók TB yvir spælið, og tað hevði ikki verið heilt av leið, um tvørámenn fóru við javnleiki til hálvleiks. Einu ferðina rakti bólturin stongina, tá ið Einar Thorsteinsson eftir eitt kontraálop skjeyt úr spískum vinkli.

Nýggj miðverja
B36 framdi tvær útskiftingar í hálvleikinum. Út fóru Sonni Ragnar Nattestad og Andreas Thomsen, og inn kom brøðurnir Agnarsson, Hannis og Martin. Hetta gjørdi, at Alex Mellemgaard fór inn í miðverjuna at spæla.

Hóast nógvu broytingarnar á liðinum, so byrjaði B36 seinni hálvleik nógv betri enn TB, og teir høvdu eisini tveir rimmar møguleikar at punktera dystin. Pingel rakti beint á málverjan eftir eitt frálíkt álop, og Steffan Radosavljevic brendi eisini ein stóran møguleika.

Bylgjaði aftur og fram
TB spældi seg so spakuliga við í dystin aftur og hevði nakrar góðar royndir. Ein tann besti fall til Filip Obadovic, sum ikki kláraði at benda bóltin innan fyri málrammuna, eftir at B36 ikki kláraði at rudda burtur í egnum brotsteigi. Dysturin bylgjaði aftur og fram hesa løtuna, og tað vóru góðar støður í báðum endum.

Í 69. minutti varð dysturin avgjørdur, tá ið eitt inneftir skrúvandi innlegg hjá Árni Frederiksberg úr høgru síðu slapp at sigla millum vinir og fíggindar allan vegin í málið.

Uppiborin sigur
Dysturin var typiska søgan um eitt oddalið og botnlið. TB var væl við, men formáddi sær ov lítið móti málinum. B36 hinvegin spældi ikki ein av sínum bestu dystum, men vann kortini ein uppibornan sigur, og er framvegis væl við í stríðum um at koma út í Evropa komandi ár.

Betri Deildin hjá monnum
B36 – TB 2-0 (1-0)
1-0, 14. Sebastian Pingel
2-0, 69. Árni Frederiksberg