HB er føroyameistari 2020

Betri Deildin hjá monnum 
HB - TB 4-0 (2-0) 
Nógv umtalaðu “gummmibeinini” komu ongantíð á Tórsvøll í dag. Til tess vóru HB alt ov góðir, og TB hevði nóg illa verið framman fyri miðjuna, tá ið HB longu eftir eitt korter førdi 2-0.

Í øðrum minutti sendi Daniel Johansen bóltin inn fyri úr vinstru síðu, og Mikkel Dahl skallaði bóltin í bleytan boga í handara málhorn.

Tá ið korterið var spælt, endur tók Mikkel Dahl skallaran, eftir at bólturin støkk av einum TB-fóti.

Síðan var bara at fáa dystin spældan lidnan, og tíðliga í seinna hálvleiki var alt sett upp á pláss.

Fyrst spældi Heðin Hansen Hilmar Leon Jakobsen leysan, og í spískum vinkli til høgru fyri málið megnaði Hilmar Leon at lyfta bóltin upp um málverjan.

Og tá ið tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki skoraði Mikkel Dahl sítt triðja mál til 4-0, og so var als eingin ivi um, at HB var føroyameistari.

Frøin var stór á viðhaldsfólkunum hjá HB, sum skemtiliga sungu “Mikkjal hevur gummibein”,

Og meðan sirenan ýldi floytaði dómarin av, og hóast áskoðarar ikki sluppu inn á vøllin orsaka av korona tiltøkum, so var rómurin øgiligur, nú HB vann 24. meistaraheitið.

Hjartaliga til lukku HB

Betri Deildin hjá monnum
HB - TB 4-0 (2-0)
2. 1-0, Mikkel Dahl
15. 2-0, Mikkel Dahl
53. 3-0, Hilmar Leon Jakobsen
55. 4-0, Mikkel Dahl