AB gav KÍ mótstøðu

Betri Deildin hjá monnum 
KÍ - AB 3-1 (1-1) 
Hóast AB kom fram um longu í 10. minutti, og kundu við eitt sindur av hepni fingið okkurt stig við suður aftur á Argir, so vann KÍ ein uppibornan 3-1 sigur, og klaksvíkingar hava tryggjað sær heiðursmerki.

“KÍ hevur gummibein”, sungu viðhaldsfólkini hjá HB sunnudagin, og í ein tíma í dagsins dysti á heimavølli móti AB hevði KÍ eitt sindur av “gummibeini”.

AB kom fram um í tíggjunda minutti, tá ið ein bóltur varð longdur inn um verjuna hjá KÍ, sum ikki sá ov gott út, og tá ið málverjin, Lukasz Jarosinski, var komin ov langt út úr málinum, var lætt hjá Bjarka Nielsen at skalla bóltin upp um málverjan í tóma málið.

KÍ svaraði aftur tíggju minuttir seinni við einum máli, sum minti nógv um málið hjá AB. Ein bóltur var lagdur inn fyri úr vinstru síðu, og tá ið Silas Eyðsteinsson kom út úr málinum, tók vindurin bóltin, og so var lætt hjá Páll Klettskarð at skalla upp um málverjan í tóma málið.

Hjá AB sá rímiliga gott út, og okkurt bendi á, at kanska fór venjaraeffektin at geva teimum stig, nú teir hava skift venjara. Leikararnir hjá AB stóðu væl á vøllinum, stríddust væl og fingu órógva KÍ so mikið, at klaksvíkingar ikki komu vit teir heilt stóru møguleikarnar í fyrra hálvleiki.

Í hálvleikinum gjørdi Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ bart, og framdi tríggjar útskiftingar. Inn komu Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic og Ole Erik Midtskogen, og tað hjálpti. Serliga Midtskogen gjørdi mun, og hann var klárt besti maður á vøllinum í seinna hálvleiki.

Ikki tað AB hevði eisini nakrar góðar møguleikar at leggja seg fram um, og millum annað kom belgiumaðurin, Jasper Van Der Heiyden, í sera góða støðu eftir mótálop, men Oddmar Færø taklaði skotið í seinastu løtu. Eisini Bjarki Nielsen hevði onkran góðan møguleika.

Einum botnliðið so líkt, so vórðu teir revsaðir fyri ikki at taka av sínum møguleikum, og sum so ofta hjá botnliðunum, so var tað eitt mál, sum AB kann iðra seg um.

Í tí liðskiparin hjá AB, Sørin Samuelsen, skuldi skalla í egnum brotsteigi, tók vindurin bóltin, sum síðan støkk upp í armin á Sørin. Dómarin peikaði á brotssparkblettin, og Jóannes Bjartalíð skoraði trygt. Eg loyvi mær at ivast í, um dómarin hevði dømt brotsspark, um sama støðan kom fyri í hinum brotsteiginum.

AB gjørdi eina erliga roynda at koma við í dystin aftur. Men tá ið Boris Dosljak skoraði fimm minuttir fyri tíð, eftir at Sørin Samuelsen misti bóltin, var dysturin avgjørdur.

KÍ hevur tryggjað sær í minsta lagið triðja plássið í landskappingini. Leygardagin koma meistararnir úr HB til Klaksvíkar á vitjan. Hóast HB einki hevur at spæla fyri, so er lítið at ivast í, at havnarmenninir vilja vísa KÍ, at teir klára at vera omaná í einum dysti móti fráfarandi meistarunum. Higartil í ár hevur KÍ leikliga verið omaná allar dystirnar móti HB.

AB má aftur sanna, at hóast teir klára rímiliga væl at spæla upp við eitt oddalið sum KÍ, so er tann stóri munurin evnini at fáa bóltin í málið.

AB hevur havt sera torført við at skora í ár, og onkur hevur speiskliga tikið til, “at um tað var ein AB-ari sum skeyt John F. Kennedy, so hevði hann livað enn”.

Leygardagin tekur AB móti EB/Streymi á Argjum, og har átti at verið ein møguleiki at fingið stig. Samstundis mugu argjamenn vóna, at Skála fær færri stig enn teir, tá ið sundalagsmenn vitja TB í Trongisvági.


Betri Deildin hjá monnum
KÍ - AB 3-1 (1-1)

0-1, 10. Bjarki Nielsen
1-1, 20. Páll Klettskarð
2-1, 69. Jóannes Bjartalíð
3-1, 85. Boris Dosljak