AB tryggjaði sær upp- og niðurflytingardyst

Betri Deildin hjá monnum
AB – EB/Streymur 4-0 (2-0)

Endiliga skoraði AB mál og vunnu greitt 4-0 móti EB/Streymi. Tá ið Skála so samstundis tapti móti TB, so komu argjamenn av aftasta plássi, og tryggjaðu sær at sleppa at spæla upp- og niðurflytingardyst móti B68.

AB kundi ikki avgera sína lagnu sjálvt á seinasta leikdegi, tá ið EB/Streymur kom á vitjan úti í Vika á Argum. Argjamenn máttu fáa eitt betri úrslit enn Skála, sum spældi móti TB, fyri at koma av aftasta plássi.

Bæði liðini byrjaðu varliga. Men tað sást skjótt, at AB hevði meira at spæla fyri.

Longu í 12. minutti kom AB fram um. Belgiumaðurin, Jasper Van Der Heiyden, skeyt eitt langskot, sum málverjin bjargaði. Gilli Róason var fyrstur á returinum, og so var AB nakað so sjáldsamt sum frammanfyri.

Nakrar minuttir seinni skoraði Jasper sjálvur, og nú sá veruliga gott út hjá AB.

Hesa løtuna hevði AB fullkomiliga leikliga yvirvág, álopsspælið við góðu driblarunum, Bjarka Nielsen, Jasper Van Der Heiyden og Leivi Guttesen var alla tíðina vandamikið. Allir hesir tríggir hava tó ein feil. Teir halda ov leingi upp á bóltin og enda við at missa hann. Høvdu teir duga at slept bóltinum víðari, tá ið teir hava drigið bæði tvær og tríggjar mans til sín, so hevði álopið hjá AB veruliga verið vandamikið.

Einki bendi á, at sundalagsmenn fóru at koma inn í dystin aftur. Men tá ið 35 minuttir vóru spældir, fekk Sørin Samuelsen hjá AB beinleiðis reytt kort fyri at steðga einum manni í mótálopi ov harðliga mitt á miðjuni. Typiskt eitt botnlið at gera sovorðið, men hesaferð spældi kortini væl av.

EB/Streymur hevði bóltin nógv restina av dystinum, men teir sóu út til at vera farnir í vetrarfrí, og tað var lætt hjá AB at verja fyri.

Og við tveimum kontraálopum í 73.- og 78. minutti avgjørdi AB dystin. Serliga 3-0 málið hjá Jasper var gott, tá ið hann rak av egnari hálvu framvið allari verjuni og málverjanum og setti bóltin í tóma málið. Bjarki Nielsen gjørdi tað til 4-0.

Nú var bara at bíða, hvussu gekst í Trongisvági, og frøin var stór, tá ið tað frættist, at TB førdi 2-0. Bráddliga var kortini 2-2 har suðri, og so máttu argjafólk bíta negl eina løtu. Tá ið TB so skoraði til 3-2 í yvirtíðini, so kunda argjafrensar endiliga frøast um ársins fyrst sigur.

Dysturin um upp- og niðurflyting verður móti B68. Ógreitt er, nær tann dysturin verður spældur.

Betri Deildin hjá monnum
AB – EB/Streymur 4-0 (2-0)
1-0, 12. Gilli Róason
2-0, 16. Jasper Van Der Heiyden
3-0, 73. Jasper Van Der Heiyden
4-0, 78. Bjarki Nielsen