24 karat gull

Gjøgnumgongd og eftirmeting av 24. føroyameistaraheitinum hjá Havnar Bóltfelag. 

Mynd: hb.fo
Eg fari her, sum HB viðhaldsmaður, at eftirmeta kappingarárið hjá HB. Eg havi sæð flestu dystirnar í ár, og tað hevur fyri tað mesta verið ein sonn fragd, at síggja menninar hjá Berthel Askou spæla flótandi álopsfótbólt á allar hægsti stigi í føroyskum fótbólti.

Kappingarárið í stuttum
HB legði bragdliga fyri við orkufullum og góðum fótbóltsspæli, og legði seg eftir nøkur umfør fremst á stigatalvuni í Betri Deildini hjá monnum, og har hava teir verið meginpartin av kappingarárinum.

Seinastu dystirnar lækkaði leikliga støðið tó nakað. Men tað eydnaðist at fáa tey neyðugu stigini í hús.

Hóast nærum met høgt stigatal, hava hini oddaliðini eisini fingið so nógv stig, at HB á ongan hátt hevur kunnu kent seg tryggan í at vinna meistaraheitið, fyrr enn tað var tryggjað í 4-0 sigrinum móti TB á næstseinasta leikdegi.

Undansøgan
HB var fyri trimum árum síðan í einum veruligum aldudali. Meistaraheitið var ikki vunnið í nøkur ár, og tað er ikki nóg gott í HB.

Álopsfótbólturin, sum plagdi at eyðkenna HB, var vorðið nakað, sum næstan bara varð sungið um í teimum mongu HB-sangunum. Minnist ein dyst, har HB var aftanfyri móti KÍ í Gundadali, men kortini drýggjaði Teitur Gestsson tíðina, tá ið hann skuldi taka málspark. Í tvey ár, 2016 og 2017, endaði HB uttanfyri evropeisku plássini.

Dystirnir í føroysku landskappingini vóru áðrenn 2018, sum heild lítið áhugaverdir at hyggja eftir. Langar løtur í hvørjum dysti, var sera lítil ferð á spælinum, og so spældu flestu liðini verjukendan og lítið áhugaverdan fótbólt. Undantakið var B36, sum hesi árini mitt í tíggjunum spældi frálíkan fótbólt við góðum samanspæli, við Róaldi Jacobsen sum stýrimanni og Jákupi á Borg og Lukaszi Cieslewicz sum álopstrumfum.

Tíbetur hendi nakað í 2018, sum serliga var gott fyri HB, men eisini fyri landskappingina og føroyskan fótbólt sum heild. Í heita venjarasessin í HB, kom íslendski meistaravenjarin, Heimir Guðjónsson, sum kollvelti HB og alla landskappingina.

Hann kravdi, at okkara menn vandu oftari, at teir vanda harðari, og at teir vandu øðrvísi. Og tað riggaði hjá Heimir. Einki felag kláraði at fylgja við HB í 2018. HB setti met við 73 stigum og var aftur best í Føroyum.

Tíbetur, kunnu vit siga, svaraðu hini feløgini aftur í 2019. Øll skrúvaðu ferðina upp, og hóast HB eftir byrjunartrupulleikar, upp á mangar mátar, spældi betri enn árið fyri, so kláraði HB ikki at fylgja við KÍ, B36 og NSÍ. Sigurin í steypakappingini bjargaði kappingarárinum 2019.


Berthel byrjaði á berum
2. novembur í fjør varð 37 ára gamli danin, Jens Berthel Askou, settur sum nýggjur venjari hjá okkara bestu monnum. Berthel, sum m.a. hevur spælt í Turkalandi og við Norwich í næstbestu deildini í Onglandi, kom úr einum venjarastarvi í Vendsyssel í bestu donsku deildini.

Berthel byrjaði á berum. Men eftir eina tíð varð farið av landinum eftir kropsligum venjara og hjálparvenjara. Landsmaður Berthels, 27 ára gamli, Sebastian Dam, gjørdist fulltíðar kropsligur venjari, og 31 ára gamli týskarin, Kevin Schindler, gjørdist fulltíðar hjálparvenjari.

Málrættað til verka
Teir tríggir fulltíðar venjararnir fóru málrættað til verka, og Berthel boðaði frá, at HB fór eftir at vinna alt, sum vinnast kundi.

Nú kappingarárið næstan er av, mugu vit staðfesta, at tað riggaði væl hjá venjaratoyminum, og vit kunnu ikki seta ein fingur á tað stóra í teirra arbeiði.

Tað hevði tó verið ynskiligt, at onkur málrættaður føroyskur venjari var partur av venjaratoyminum, so at meira vitan var eftir í felagnum og føroyskum fótbólti. Berthel hevur sáttmála eitt ár afturat. Men møguleikin fyri, at HB missir venjaran áðrenn tíð, er avgjørt til staðar, tí góðu úrslitini í ár gera sjálvandi Berthel áhugaverdan fyri feløg uttan fyri Føroyar.

Nógvir nýggir mans
Undan kappingarárinum var eitt sindur ógreitt hvørja styrki HB hevði. Hópurin tykist eitt sindur tunnur.

Ári Mohr Olsen var farin til Danmarkar at lesa, Bynni var farin aftur til Íslands, Magnus Egilsson fylgdi við Heimi til Íslands, Lasse fór aftur til Danmarkar, Símun Samuelsen takkaði fyri seg og setti gaggurnar á hillina, og Sebastian Pingel hevði ikki tíð at bíða og sannføra Berthel um sínar dygdir og skifti til grannarnar í B36,

Tróndur Jensen og Hørður Askham høvdu álvarsamar krossbandsskaðar at dragast við, og heimafturkomnu HB-ararnir, Teit Jacobsen og Jákup Thomsen høvdu eisini skaðar at dragast við.

Fyri at styrkja hópin komu tríggir danir til HB undan kappingini. Miðvallarleikararnir Mathias Nygaard og Mikkel Frankoch og miðverjin Delphin Tshiembe.

Eisini komu Heðin Hansen úr Víkingi og Øssur Dalbúð úr NSÍ í hópin. Og ikki minst kom Heri Hjalt Mohr heim aftur úr AB, har hann spældi hvønn einasta minutt í 2019.

Korona broytti alt
HB var væl fyri, tá ið kappingarárið skuldi byrja. Venjarakappingin varð vunnin, meðan dysturin um stórsteypið var taptur móti KÍ eftir brotssparkskapping.

Júst, sum kappingin skuldi byrja, tók koronasmittan seg upp, og landskappingin varð útsett í óásetta tíð. Meðan landið lá lamið av korona, vandu leikararnir bert saman í smáum bólkum.

Adrian fríspørk heimsflokki
9. juni var støðan viðvíkjandi korona so mikið góð, at kappingini í Betri Deildini hjá monnum kundi byrja.

Móti EB/Streymi fyrsta dyst í Gundadali gekk tað akkurát. Adrian Justinussen vísti okkum fyrsta dømi um frálíku fríspørkini og legði HB fram um í fyrra hálvleiki. HB vann 1-0.

Í øðrum dysti móti ÍF í Fuglafirði sóu vit fyrsta dømi, um orkuna í HB liðinum. HB hevði fullkomiliga yvirvág leikliga, og longu í hálvleikinum førdi HB 3-0. Í seinna hálvleiki fekk Daniel Johansen reytt kort, og dysturin endaði 3-1.

Nú var HB veruliga komið í gongd, og á Argjum hevði Adrian ein sanna frísparksframførslu, og HB førdi 5-0 eftir 21 minuttir.

Eisini teir á pappírinum truplu dystirnir móti B36 og Víkingi vann HB lættliga, og móti TB og Skála gjørdi HB eisini sína skyldu.

Sjey sigrar í sjey teimum fyrstu dystunum, og so var grundin undir meistaraheitinum løgd.

Spælskipanin hjá HB hesar fyrstu dystirnar minti nógv um tí hjá Liverpool, 4-3-3 við ógvusligum trýsti langt frammi á vøllinum, nógvari orku, høgari leikferð og sera álopssinnaðum bakkum.

Allir spældu væl
Adrian tók yvirskriftirnar við sínum frálíku fríspørkum, áðrenn hann breyt fótin móti Víkingi.

Daniel Johansen vísti eisini, at hann var ein verdigur avloysari fyri Magnus Egilsson á vinstra bakki, og hann byrjaði beinanvegin at leggja upp til eina rúgvu av málum við sínum frálíku bóltum inn fyri úr vinstru síðu.

Bartal Wardum spældi seg skjótt inn á liðið, eftir at hava verið á beinkinum at byrja við, og hann hevur verið stabilasti verjuleikarin í ár.

Eisini Heðin Hansen stóð seg væl í verjuni og mitt á miðjuni. Heðin vísti seg at vera størri fongur fyri HB, enn nakar hevði torað at væntað.

René Shaki var eisini avgjørt millum teir bestu, og var serliga vandamikil í gjøgnumbrotsspælinum í brotsteiginum, umframt at hann ongantíð spardi seg í takklingunum.

Heri Hjalt Mohr vísti okkum, at hann veruliga hevði havt gott av einum ári úti á Argjum. Tað er valla nakar leikari komin framvið honum alt kappingarárið, og í álopsstøðu hevur hann eisini verið ein støðug hóttan sum offensivur høgri bakkur.

Dan í Soylu var bindiliðið millum miðju og álop, og var ótroyttiligur við sínum renningum bæði í álopsstøðu og verjustøðu.

Heilt frammi rann Pætur Petersen sólina svarta og var stórur partur av væleydnaða trýstinum langt frammi á vøllinum.

Mikkel Frankoch vísti at vera ein frálíkur 6-ari á miðjuni, og hóast hann ikki altíð var so sjónligur, so fekk hann spælið at ganga skjótt, so at lættari var at lata tøttu verjurnar upp.

Hin danin Mathias Nygaard, opnaði álopið við sínum ótroyttiligu renningum í dýpdina, umframt at hann hevur skorað fleiri mál.

Og so mugu vit ikki gloyma Teit Gestsson í málinum, sum heilt frá byrjan hevði eitt frálíkt kappingarár, og hevur bjargað HB, tá ið brúk var fyri tí. Kanska besta kappingarárið hjá Teiti nakrantíð.

16 ára gamal risi
Nógva leikferðin tyktist at slíta upp á leikararnar, og skaðar byrjaðu at órógva rútmuna á liðinum. Umframt Adrian, gjørdust Heðin Hansen og Delph skaddir.

Hóast Daniel Johansen legði HB fram móti KÍ á ovara vølli tann 17. juni, so vóru okkara menn leikliga við undirlutan allan fyrra hálvleik móti KÍ, og hevði Teitur ikki bjargað brotssparkinum hjá Jóannesi Bjartalíð við støðuna 2-1, so hevði KÍ helst tikið øll stigini við til Klaksvíkar. Í seinna hálvleiki var HB nærri sigrinum, men dysturin endaði 3-3.

Eitt merkisvert hendan dystin var, at einans 16 ára gamli Samuel Chukwudi spældi í miðverjuni frá byrjan. Hann hevði ávísar trupulleikar av Ole Erik Midtskogen í fyrra hálvleiki, men eftir nakrar vegleiðingar hálvleikinum, hevði 195 cm høgi Samuel sera gott tamarhald á minst líka høga Ole Erik í seinna hálvleiki. Ein nýggj stjørna var fødd.

Tað stóð so illa til við fólki hetta tíðarskeiðið, at sjálvt hjálparvenjarin Kevin Schindler, sum hevur royndir úr Bundesliguni, mátti koma inn móti KÍ.

Eitt sindur av roki
Nakrar dagar seinni tapti HB sín fyrsta dyst móti NSÍ í Runavík. Liðskiparin Jógvan Rói Davidsenn, sum hevði skorað, eftir hann varð skiftur inn móti KÍ, byrjaði á høgra bakki, har Heri Mohr hevði havt eitt frálíkt kappingarár.

Hetta skuldi vísa seg at vera ein skeiv avgerð, tí longu fyrstu minuttirnar streyk kanska besti spælari í landskappingini í ár, Petur Knudsen, fleiri ferðir fram við Jógvani Róa, og tvær ferðir í fyrra hálvleiki førdi tað til mál, og HB kláraði ikki at svara aftur.

Hetta var klárt vánaligasta tíðarskeiðið í kappingarárinum. Næsta dyst á útivølli á Skála, var Heri Mohr als ikki við í hópinum, og tað frættist um ósemjur millum venjara og spælara. Í knappar 75 minuttir bendi eisini nógv á, at HB fór at missa stig móti Skála, sum hevði lagt seg fram um í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist tó HB at venda dystinum við trimum skjótum málum frá 73.- til 80. minutt.

Harpiks býtt um við gaggur
Meðan hópurin tyntist, tí nógvir leikarar vóru skaddur, so komu nýggir leikarar í hópin. U21 landsliðsleikarin, sum er uppvaksin í Danmark, Mads Boe Mikkelsen, kom í juni. Hann vísti góðar taktir, men hevur síðan verið skaddur meginpartin av árinum

Øll vóru eitt sindur kløkk, tá ið landsliðsleikarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, var tikin við í hópin. Men vit, sum kendu hansara forsøgu, og høvdu sæð nakrar dystir í 1. deild, hildu ikki hetta vera so løgið, tí at hansara fótbóltsevni vóru eyðsýnd. Við til forsøguna hoyrdi eisini, at Hilmar Leon, sum blaðungur var yngsti málskjútti á besta liðinum hjá HB nakrantíð, og hann spældi á øllum unglingalandsliðum, til hann mátti gevast við fótbóltinum orsaka av einum viðføddum breki í mjødnini.

Í HB hava tey altíð vita um evnini hjá Hilmari Leon, og eg minnist at fyri tveimum árum síðan segðist, at Heimir royndi at fáa hondbóltsleikaran, sum tá bumbaði mál inn í dystum fyri U21 hjá HB, at venja við besta liðinum.

Í trupla útidystinum móti ÍF Fuglafirði 4. juli stóð einki til, og støðan var 1-1, tá ið Hilmar Leon varð skiftur inn í 63. minutti. Tríggjar minuttir seinni vann hann ein nærdyst á miðjuni við einari ordiligari kropstakkling, spældi bóltin til Shaki, sum avgjørdi dystin. Hetta var bara byrjanin hjá Hilmari Leon, og hann endaði, sum øllum kunnugt kappingarárið, við at fáa landsliðsboð frá Håkan Ericson. Kemur hann á vøllin fyri landsliðið, verður hann fyrsti leikari í nógv ár, sum spælir landsdyst í hondbólti og fótbólti í sama ári.

Ási og Teitur sendu KÍ úr steypakappingini
Best sum skaðakreppan rakti HB harðast, spældu teir móti KÍ í steypakappingini. 17 ára gamli Ási Dam fekk sín elddóp í Klaksvík hetta kvøldið, og hann gjørdi ikki mætari enn at skora einasta HB-málið í dystinum. KÍ javnaði í seinna hálvleiki og var greitt omaná allan dystin. HB megnaði kortini at koma gjøgnum dystin og umdystin, og í brotssparkskappingini skuldi Jóannes Bjartalíð bara skora móti Teiti, so var KÍ víðari. Men sum ikki einaferð í ár, bjargaði Teitur, síðan skoraði hann sjálvur, og nøkur brotsspørk seinni sendi Dan í Soylu avgerandi brotssparkið í málið.

Danskur stórskjútti
Í juli og august kom veruliga gongd aftur á HB-maskinuna. HB vann átta dystir á rað. Hilmar Leon skoraði nærum hvønn dyst, og móti B36 beint undan ólavsøku var ein nýggjur danskur áleypari á liðinum. Danin Mikkel Dahl skoraði fyrsta málið í 2-0 sigrinum móti grannunum B36, og á ólavsøku skoraði hann tvey mál, tá ið vit vunnu 4-0 móti TB. Síðan hevur hann verið besti áleyparin í landskappingini, og hevur næstan ikki klára at hildið upp at at skora.

Hetta tíðarskeiðið vunnu vit lættliga móti millum øðrum Víkingi og NSÍ. Endin á sigursrøðini í summar var, tá ið frensarnir av Argjum vóru sendir út um ánna aftur við einum 11-0 tapi í skjáttuni.

Spælið broyttist
Hóast HB vann allar dystirnar, so var gjørdu allir skaðarnir og broytingarnar á liðinum, at tann flótandi rútman í spælinum hvarv. Shaki, sum var ein sera avgerandi leikari í gjøgnumbrotsspælinum inni i brotsteiginum, gjørdist tíverri meira og meira skaddur, og tá ið Mikkel Frankoch, sum alt árið hevði ligið, sum tann stabiliserandi leikarin á miðjuni, eisini varð skaddur í dystinum á ólavsøku, so broyttist spælihátturin.

Nýggju áleypararnir, Hilmar Leon og Mikkel Dahl, hava fingið alsamt størri og størri leiklut á liðinum, og tað hevur gjørt spælið eitt sindur meira beinleiðis, enn tað tolna og uppbyggjandi spælið, sum eyðkendi liðið fyrst í árinum.

Tvey ting broyttust ikki
Teitur Gestsson hevur framhaldandi staðið frálíkt í málinum, og hevur bjargað sínum liði fleiri ferðir. Hann er eisini endiliga sloppin at spæla nakrar landsdystir, tí Gunnar Nielsen ikki fekk verið við. Teitur hevur so ikki spælt seg av landsliðinum, og við honum fær landsliðið veruliga spælt bólt heilt har afturi frá. Eg verið ikki kløkkur, um Teitur verður fyrsti málverji á landsliðinum framyvir.

Hitt, sum ikki er broyt, er, at Daniel Johansen hevur framhaldandi lagt frálíkar sendingar inn fyri úr vinstru síðu. Hann hevur lagt upp til yvir 20 mál, og hevur eisini verið í landsliðshópinum fyri fyrstu ferð.

KÍ sá út til at vera omaná
Tann 12. septembur, 30 ára dagin fyri Landskrona, tapti HB fyri KÍ í Klaksvík. Júst sum hinar dystirnar móti KÍ í ár, so lat HB klaksvíkingar fáa alt ov góðan frið at byggja sítt spæl upp. Teir í KÍ duga væl at spæla bólt, og sleppa teir tað, so fær liðið sjálvsálit, og tá eru teir torførir at steðga.

KÍ var nógv betri enn HB hetta kvøldið, men kortini fekk HB spenning í dystin. Evnini at duga at vinna stig, sum hevur eyðkent HB í ár, mundu tryggja HB tað eina stigi, men tað gekk ikki.

Eftir hetta vann HB rímiliga lættliga nógvar dystir á rað. B36 gav tó HB mótstøðu á Tórsvølli, tann 28. septembur, og tey í B36 vóru rasandi, um eitt eftir teirra meting “klokkuklárt” brotsspark, sum ikki varð dømt í yvirtíðini. Endurtøkurnar vístu kortini, at Sebastian Pingel hjá B36 hálvavegna var dottin, áðrenn hann fór inn í luftdystin við Øssur Dalbúð, og talan var í øllum førum ikki um nakað “klokkuklárt” brotsspark.

Viðhaldsfólk rýmdu av Argjum
Nógv bendi nú á eina sera spennandi kapping. Men KÍ sá ikki út til at tola trýstið og misti stig bæði móti TB og B36.

Nú sá aftur gott út hjá HB. Dystirnir móti ÍF, EB/Streymi, Skála og Víkingi vóru vunnir lættliga, og á Argjum, sá eisini út til, at AB var ein avgreiðsluspurningur.

HB førdi 2-0. Men so góvu vit teimum eitt mál. Síðan fekk Samuel Chukwudi eitt skeivt dømt reytt kort. Útleigaði HB-arin, Leivur Guttesen, javnaði upp á frísparkið, og tað sá einki út hesa løtuna á Argjum. Viðhaldsfólkini hjá HB leitaðu móti útgongdini, áðrenn dysturin var liðugur, í øðini inn á leikarar, venjara og dómara.

Vit høvdu tó ein árvaknan fyrrverandi hondbóltsspælara í álopinum. Hann er mangan farin í avgerandi álop við H71 í seinasta minutti, og verið við at vunnið avgerandi hondbóltsdystir í seinastu løtu. Kanska vóru tað hesi evnini, sum komu Hilmari Leon til góða í yvirtíðini á Argjum. Hann var í øllum førum klárur, tá ið eitt skot var avrættað, náddi fram til bóltin, hóast málverjan sá út til at at verða fyrst, og so skoraði Hilmar Leon tað mest forloysandi málið í ár. Frøin var øgilig á viðhaldsfólkunum, sum ikki vóru rýmd, og helst eisini á teimum, sum høvdu útvarpið frá í bilinum á veg heim við gron.

Hvør hevði gummibein?
Nakrar dagar seinni stóð eisini nógv á mót NSÍ á Tórsvølli. Men við eyðkenda hepninum, sum eyðkennir eitt meistaralið, megnaðu okkara menn at draga ein 2-2 javnleik í hús.

Undan næstseinasta dysti móti TB á Tórsvølli, royndi Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, at leggja trýst á HB við at tosa um, at HB-ararnir høvdu gummibein og tyktust strongdir.

HB vann tó lættliga 4-0 á TB, og 24. meistaraheitið var komið í hús. Frøin var sjálvandi ovurstór á Tórsvølli, og tá ið KÍ samstundis tapti í Runavík, so sungu viðhaldsfólkini hjá HB, “Mikkjal hevur gummibein”.

Nú manglaði bara at fara til Klaksvíkar eftir steypinum. Viðhaldsfólkini høvdu gummibomm norður við at bjóða heimaáskoðarunum, og einum meistara so líkt eydnaðist akkurát at fáa eitt stig í seinastu løtu. Hilmar Leon kastaði eitt sera langt innkast, og inni í brotsteiginum skallaði Delph bóltin í málið.

Góður endi á einum frálíkum landskappingarári.

Sterk kjarna
Hetta er triðja góða kappingarárið hjá HB í hesum umfari. Nakrir leikarar hava verið kjarnan á liðinum hesi trý árini. Teitur, Bartal, Dan, Adrian, Jógvan Rói og Tróndur hava verið við øll árini, og eg haldi eisini, at Daniel, Heri, Shaki og Hørður mugu metast sum ein partur av kjarnanum, har teir flestu halda fram í HB komandi árini, um teir ikki gevast ella fara uttanlands at spæla.

Hilmar Leon kann helst eisini metast sum ein partur av kjarnanum komandi árini, um hann klárar at halda seg leysan av skaðum.

So eru tað leikarar sum Heðin Hansen, Pætur Petersen og Øssur Dalbúð, sum eru uppvaksnir í øðrum feløgum, og sum ikki hava verið í felagnum so leingi. Teir sýnast at trívast væl í HB, so tað er ikki løgið, um teir spæla í HB aftur komandi ár.

Og so eru sjálvandi Teit Jacobsen og Jákup Thomsen, sum vit vóna koma at spæla aftur komandi ár.

Útlandi bíðar eftir Samuel
Samuel klára vit helst ikki at halda í felagnum leingi, tí ein so evnaríkur leikari fer helst uttanlands at spæla. 

Eg vóni kortini, at Samuel verður at síggja eitt ár afturat í HB, so at hann fær eitt heilt kappingarár, har hann spælir hvønn einasta dyst 90 minuttir móti vaksnum monnum. Vandin við at fara til feløg uttanlands er altíð, at hann endar á beinkinum ella á onkrum unglingaliði.

Ungir leikarar fingið góðar royndir
Harafturat koma so eisini aðrir ungir leikarar. Ási Dam og Áki Samuelsen hava verið partur av hópinum í alt ár. Meðan Dánjal Reginsson, Ári Argi, Gilli Róason og Leivur Guttesen hava verið útleigaðir til AB, og fingið góðar royndir har. 

Aðrir ungir HB-ararir hava eisini sáttmála í øðrum feløgum og hava fingið seg royndar har. Kanska onkur teirra verður at síggja aftur í HB, umframt at aðrir upp aftur yngri leikarar taka stigið upp í vasknamannafótbólt.

Halda neyvan upp á allar danirnar
Og so eru tað teir fimm danskararnir. Fáir útlendingar plaga at verða verandi í Føroyum í fleiri ár, og vit sóu í ár, at Lasse og Bynni fóru av landinum. Mest sannlíkt fer onkur av dønunum av landinum aftur, meðan aðrir verða verandi her. Tað ljóðar í hvussu er, at onkur teirra trívist sera væl í Føroyum.

Nógvir uppvaksnir í HB
Hóast útlendingarnir skuldu farið av landinum, sær hópurin breiður út. Vitandi, at tað kann ganga skjótt í fótbólt, so skuldi HB havt ein góðan kjarna at byggja á komandi árini, og tað besta av øllum er, at Bartal, Tróndur, Jógvan Rói, Hørður, Heri, Shaki, Hilmar Leon, Samuel, Teit Jacobsen og Jákup Thomsen allir eru uppvaksnir í HB.

Eftir hondini kunnu vit kunnu eisini kalla, Teit Gestsson, Adrian, Daniel og Dan fyri HB-arar. Sostatt eru heili 14 veruligir HB-arar í løtuni berandi leikarar á HB-liðinum.

Hini styrkja seg
Hini feløgini, KÍ, B36 og NSÍ fara sjálvandi eisini at gera alt í sýni makt at koppa HB av trúnuni komandi ár, og tey fara heilt víst at styrkja hóparnar. Tí er sera týðandi, at HB alla tíðina hyggur eftir møguleikum at styrkja liðið bæði við føroyskum og útlendskum leikarum.

Leysasøgurnar eru longu farnar at ganga, og onkur av teimum ljóðar rættiliga spennandi.

Størsti vandin hjá HB er, at alt venjaratoymið kann hvørva í einum, tí Berthel verður nevndur, hvørja ferð eitt danskt felag skal hava nýggjan venjara.

Møguleiki fyri greipuni
Fyribils gleða vit okkum til steypakappingina, og møguleikin fyri at vinna greipuna fyri fyrstu ferð síðan 2004 er avgjørt til staðar. Við KÍ úti úr steypakappingina, má HB helst metast sum favorittur at vinna Løgmanssteypið. 




❤️🖤🏆🥇

Posted by Havnar Bóltfelag on Leygardagur, 7. november 2020