Eingir glottar at hóma

FA-cup: Liverpool - Wolves 2-2 (1-1)
Thigao og serliga Alisson góvu Wolves fyrsta málið. Nunez skoraði endiliga aftur og javnaði eftir eina góða sending frá Arnold.

Salah fekk eina gávu og skoraði lættliga til 2-1. Wolves javnaði og skoraði eisini eitt sigursmál, sum helst var skeivt kolldømt av VAR.

Enn ein vánaligur dystur og enn eitt vánaligt úrslit. Nær ferð hetta at venda?

-------------------------------------

Hvat gott er at siga um dystin í FA-cup móti Wolves. Jú, vit taptu ikki, og tað er gott. Vit eru framvegis við í stóru steypakappingini. tað er gott. Men tað er milt sagt óheppið, at vit skulu spæla ein dyst eyka við okkara skaðarakta hópi.

Um sjálvan dystin er ikki annað at siga, enn at hann var enn eitt leikligt skuffilsi, og tað er í løtuni torført at fáa eyga á, at okkara menn fara at klára at venda gongdini.

Fyrstu minuttirnir vóru so nøkulunda. Vit royndu upp á góða gamla mátan at leggja trýst á langt frammi á vøllinum, og tað riggaði hampiligt. Tað var tó ikki leingi, tí tað er sum um, at eingin orka er á liðnum.

Wolves kom skjótt betri við í dystin, og vit sóu aftur hesaferð, at miðvøllurin hjá okkum als ikki hongur saman. Eg kann endurtaka alt tað, sum er skriva so ofta um ein aldrandi miðvøll, sum ikki klárar tempoið í Premier League í 90 minuttir.

Ferð eftir ferð spákaði Wolves gjøgnum okkara miðvøll, sum um eingin var har. Eingin av teimum trimum Henderson, Fabinho og Thiago spældi ein góðkendan dyst.

Og vit halda fram at gera feilir alla staðni á vøllinum. Matip er um at kosta eitt mál, nógvar skeivar sendingar á miðvøllinum, og so mistakið hjá Allison, sum kostaði málið.

Frálíka sendingin hjá Arnold og frálíka skotið hjá Nunez førdu okkum upp á javnt beint fyri hálvleik. Teir báðir vóru millum frægastu mennirnar hjá Liverpool í dag. Men skuldi heldur ikki nógv til.

Longu sjey minuttir eftir steðgin var tað okkara túrur at fáa eina gávu. Ein verjuleikari hjá Wolves kom at skalla bóltin til púra leysa Salah, sum skoraði lættliga. Tað at verjuleikarin nært bóltin, gjørdi at Salah ikki var rangstaddur.

Eins og vanligt hetta kappingarárið, so var ongantíð nøkur kensla av, at vit høvdu tamarhald á nøkrum sum helst, og tí var heldur einki at siga til, at Wolves javnaði eftir eitt korter. Miðvøllurin virkar hetta kappingarárið á ongan hátt sum ein skjøldur fyri verjuna, og tí verður verjan útsett fyri nógv fleiri atsóknum, enn vit eru von við, og tað førir sjálvandi til fleiri mál móti okkum.

Vit kundu eisini tað sama tapt dystin. Tí Wolves hevði bóltin í málinum einaferð afturat, og eingin skilti ordiliga, hví VAR kolldømdi málið. Higartil havi eg onga mynd sæð, sum vísir rangstøðu, men sambært teimum í sjónvparpsstøðuni hjá ITV, so var tað helst, tann sum skeyt hornasparkið, sum møguliga var rangstaddur, tá ið hann fekk bóltin aftur í aðru atsókn.

Liverpool hevði seinastu løtuna av dystinum bóltin alla somlu tíðina. Men tað var, sum vit eru vorðin von við, einki bit í, og okkara menn mugu út í umdyst á útvølli einaferð seinni í mánaðinum.