EB/Streymur í hølunum á ÍF - Arnbjørn skoraði

Betri Deildin hjá monnum, EB/Streymur - ÍF 1-0 (0-0)

Eitt sindur óvæntað eydnaðist heimaliðinum EB/Streymi at vinna á ÍF, og sjálvandi var tað málrevurin Arnbjørn Hansen, sum avgjørdi dystin.

Talan var sum heild um ein lívligan dyst, har bæði liðini tordu at fara fram á vøllin.

Onkrar vandamiklar støður vóru í báðum endum, men tað varð kortini sjáldan til veruliga góðar málmøguleikar.

Tá ið tólv minuttir vóru eftir kom forloysandi málið. Ein bóltur varð sendur inn fyri ÍF-málið, og við handaru stong fekk Arnbjørn Hansen fótin á bóltin og skoraði.

Hetta var triði sigurin á rað hjá EB/Streymi, sum eftir tveir risa ósigrar herfyri, veruliga hevur fótað sær, og sundalagsmenn eru nú bara eitt stig aftan fyri ÍF á stigatalvuni.

Hjá ÍF hevur gingið niður á bakka seinastu tíðina, eftir eina sera góðar byrjan upp á kappingarárið. Tað er sum um, at sama eldhugur ikki er í fuglfirðingum sum fyrr á árinum, og hetta var fimti ósigurin á rað hjá ÍF.

1-0, 78. Arnbjørn Hansen