Víkingur trý stig við norður um fjørð



TB - Víkingur 1-2 (1-1)

TB gav Víkingi ein lítlan hvøkk, tá ið Ndende Guéye í 24. minutti skallaði bóltin málið eftir eitt hornaspark.

Víkingur hevði annars meginpartin av spælinum, og beint fyri hálvleik javnaði Finnur Justinussen. Ein langur bóltur var sendur fram móti TB-verjuni, og har sendi Finnur bóltin í málið.

Í seinna hálvleiki hevði Víkingur framvegis yvirvág í spælinum, og tá ið 20 minuttir vóru spældir avgjørdi Sølvi Vatnhamar dystin.

TB royndi at svara aftur, men tað var sjáldan vandi á ferð, og endin var, at Víkingur fekk øll trý stigini norður aftur um fjørð.

1-0, 24. Ndende Adama Guéye
1-1, 41. Finnur Justinussen
1-2, 65. Sølvi Vatnhamar