KÍ kann aftur koma víðari uttan dyst


Í 2020 kom KÍ víðari úr fyrsta undanumfari í Champions League, tá ið teir vunnu uttan dyst móti Slovan Bratislava úr Slovakia. Orsøkin var, at korona var í hópinum hjá Bratislava.

Nú KÍ aftur við í Champions League, er spurningurin, um søgan kann endurtaka seg. Hesaferð er tað kortini ikki korona, sum ger um seg. Men orsøkin er, at norska ferðalagið ikki fær lent í Vágum.

Á Twitter boðar Bodø Glimt frá, at teir ikki koma til Føroyar í dag. Men teir vóna, at tað eydnast í morgin.