Kyndil mundi bjóðað H71 av


Burn deildin: H71 - Kyndil 30-27 (17-15)

Kyndil, sum einans hevur fingið tvey stig hetta kappingarárið, fylgdi væl við H71 í Hoyvíkshøllini í dag. Men tað var ikki nokk, og sum vænta vunnu hoyvíkingar.

Nakrar minuttir fyri tíð var Kyndil annars á veg inn í dystin aftur, eftir at H71 eitt skifti hevði verið frammanfyri 27-20. Kyndil hevði momentum, og hevði fimm minuttir fyri tíð júst minkað munin niður til 29-26, tá ið venjarin hjá Kyndli av onkrari løgnari orsøk tók leikbrá við tí úrsliti, at góða løtan hjá Kyndli steðgaði. Endin var, at H71 vann 30-27.

Í fyrra hálvleiki fylgdi Kyndil við H71 fyrstu 20 minuttirnar, men so fór H71 nøkur mál fram um og helt seg framman fyri restina av dystinum.

Brian Slyne var klárt besti maður í álopinum hjá Kyndli, og vísti síni góðu ítróttaevni sum ein støðug hóttan móti verjuni hjá H71. Tí kemur tað illa við hjá Kyndli, um leysasøgurnar, at Brian Slyne fer KÍF eftir jól, eru sannar. Og tað er eisini ein spurningur um tað er tað besta fyri Brian, tí í Kyndli er hann í miðdeplinum á øllum, meðan hann í KÍF skjótt bara kann gerast ein breiddarspælari. 

Hjá H71 fekk Rói á Skipagøtu undan sum spælstýrari og støðug hóttan í álopinum, og á vinstra veingi gjørdist Baldur Gillason toppskjútti hjá H71 við 7 málum. Eisini var stuttligt at síggja unga Rók Ziskason koma á vøllin seinasta partin av dystinum. Ungi maðurin sær út til at hava sera góða evni at koma inn móti verjuni í júst røttu løtu, og hann skoraði fleiri góð mál tað stutt løtuna, hann var á vøllinum. 

Kyndil var nær við at hótta H71, men kortini langt frá, Samanumtikið var talan um ein uppibornan H71-sigur

Dómaraseðil á hsf.fo





Stigatalva og úrslit á hsf.fo