Liverpool ikki vaknað

 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Liverpool - Crystal Palace 1-1 (0-1)
Eftir tvey mist stig móti Fulham, og góðu byrjanina hjá City upp á kappingarárið, var Liverpool hálvavegna noytt at vinna dystin móti Crystal Palace.

James Milner og Nat Phillips vóru óvæntað á vøllinum frá byrjan, meðan Jordan Hendersen og Joe Gomez vóru á beinkinum.

Liverpool byrjaði eisini dystin betri, hevði alt spælið frá byrjan, og hevði nakrar góðar royndir fyrsta korterið. Eftir eitt innlegg endaði bólturin hjá Milner, sum skeyt upp um. Elliot kom til skot, og Nunez var nær við at fáa høvdið á ein bólt.

Tað sá út til, at Liverpool satsaði meira enn vanligt upp á langar bóltar, og tað er helst eitt úrslit av, at luftsterkið Nunez er komin í álopið.

Sjálvt um Liverpool domineraði spælið, so vóru kortini tekin upp á at alt ikki er heilt sum tað skal. Tað vóru ov nógvar óneyvar sendingar, og spælið niðri á jørðini gekk ikki nóg skjótt, og tí eydnaðist ikki at legg nakað veruliga tungt trýst á Crystal Palace.

Tað kom tó spakuliga meira neyvleiki á spælið hjá Liverpool, men tað eydnaðist kortini framvegis ikki at bróta sera tøttu verjuna hjá Crystal Palace niður. Harvey Elliot var sera sjónligur hesa løtuna, bæði at vinna bóltar og við góðum sendingum.

Tá ið hálvur tími var spældur, fekk Salah ein góðan møguleika við høvdinum, eftir eina sera góða sending frá Trent, men hann fekk ikki nóg stóra kraft á skallaran.

So hendi tað, sum er við at gerast ein óvæni, og sætta Premier League dystin á rað kom Liverpool afturum. Í einum mótálopi frá Crystal Palace kiksaði Phillips í rangstøðufelluni hjá Liverpool, og so eydnaðist Wilfried Zaha at skora úr spískum vinkli. Tað var ringt at lata vera við at hugsa um verjan hevði kiksað, um Gomez var byrjaður í staðin fyri Phillips.

Nú steðgaði heilt upp hjá Liverpool, og tað var lítið skil á dystinum. Zaha kom til enn ein góðan møguleika, tá ið Phillips kiksaði einaferð afturat, og tað kundi tað sama staði 2-0.

Beint fyri steðgin hevði Liverpool ein dupult møguleika. Men bæði Nunez og van Dijk raktu skeivt á bóltin. 

Seinni hálvleikur helt fram, har fyrri slepti, og hóast Liverpool gjørdi nógv rætt, og hevði onkran møguleika, so var akkurát sum okkurt galið. 

Neistin, sum hevur eyðkent liðið seinastu árini, var ikki ordiliga til staðar, og nakrir leikarar duttu burtur í millum. Diaz sær út til at hava tað sera torført, eftir góðu byrjanina í Liverpool. Robertson var als ikki við í álopsspælinum, og hevði eisini nógvar skeivar sendingar. Eisini Trent sýntist sløsutur í samanspælinum, og so sær Phillips út til at rigga illa í einari verju, sum liggur so langt frammi. 

Og tað skuldi gerast enn og verri. Eftir eitt álop frá Liverpool, vísti dómarin bráddliga Nunez reyða kortið, og endurtøkurnar vístu, at hann koyrdi høvdið upp í andlitið á einum verjuleikara, so har var einki at siga til reyða kortið.

Best sum alt sá av ringast út, tendraði Diaz burtur úr ongum vónina. Úr vinstru síðu trekti hann inn í vøllin, gjørdi nakrar skotfintur, áðrenn hann sendi eitt hart skot inn við handaru stong.

Kostas Tsimikas, Jordan Henderson og Joe Gomez komu inn fyri Milner, Phillips og Robertson.

Diaz gjørdist nú, sum ein nýggjur maður og gekk á odda bæði álopinum og í offensiva verjupartinum. 
Liverpool helt fram at hava spælið, hóast ein mann færri. 

Gestirnir fingu tó tann størsta møguleikan, tá ið Zaha púra leystur onkursvegna skeyt við síðujna av eftir ein flatan bólt innfyri, Møguliga hevði verið rangstøðu, um hann fekk mál.

Hjá Liverpool hevði innskifti Fabio Carvalho bestu royndina, tá ið hann hamraði ein fluktara beint fram við málið.

Eftir vánaligastu byrjanina undir Klopp, mál má sannast, at tað ikki ber til at tosa seg til sigurs. 

Eftir sigurin í Comunity Shields, róstu øll Liverpool til skíggja, men tað hjálpir einki, tá ið liðið ikki leverar á vøllinum. Nú ræður um at seta sær nýggj mál áðrenn botndystin móti Manchester United.