Dagført 13. august kl. 18.30
Okkara U18 manslandslið í hondbólti vunnu dystin um níggjanda plássinum í EM-endaspælinum móti grannunum úr Íslandi.
Tað gekst ikki eftir vild í fyrra hálvleiki, og í hálvleikinum var Ísland á odda 15-13.
Í seinna hálvleiki komu Føroyar skjótt upp á javnt. Við góðum verjuspæli og málmansspæli, og Óla Mittún og Róki Ziskason í hopla í hinum endanum komu okkara dreingir eisini skjótt fram um og hildu seg har restina av dystinum. Endin var, at Føroyar vunnu 29-27.
Óli Mittún var toppskjútti hjá Føroyum við 11 málum. Meðan Rókur Ziskason var valdur til dagsins leikara hjá Føroyum.
Óli Mittún er greiður toppskjútti í kappingini við heili 80 málum í 7 dystum.
Dagført 13. august kl. 8.30
Føroysku U18 dreingirnir spæla í dag, leygardag, seinasta dystin í EM-endaspælinum í Montenegro.
Føroyar spæla um 9. plássið móti dreingjunum úr grannalandinum Íslandi. Dysturin verður spældur kl. 16.30.
Fyri Ólavsøku spældu Føroyar og Ísland tveir vinardystir í Hoyvíkshøllini. Føroyar vann fyrra dystin 39-33, og tann seinni endaði við javnleiki 29-29.
Hentar slóðir
Vunnu á Montenegro
Dagført 12. august kl. 21.07
Okkara U18 dreingir í hondbólti vunnu rímiliga lættliga á vertstjóðini Montenegro í dystinum um, hvør skal spæla um 9. plássi í EM-endaspælinum.
Eftir eina javna byrjan fóru Føroyar við Óla Mittún og málverjanum Aleksandar Lacok odda frá Montenegro, og munurin bara øktist fram til hálvleiks, tá ið støðan var 15-10.
Í seinna hálvleiki hildu Føroyar tørn, og Lacok stóð framvegis sera væl í málinum.
Montenegro royni seg við at mansverja Óla. Men tað gav meira pláss til hinar, og millum annað skoraði Niklas Drayton Gaard fleiri góð mál av høgra veingi.
Endin varð, at Føroyar vunnu 30-24. Sigurin merkir, at okkara røsku dreingir skulu spæla um 9. plássið í morgin.
Toppskjútti hjá Føroyum var, sum ikki einaferð, Óli Mittún, við 12 málum. Málverjin Aleksandar Locok varð valdur til besta føroyska leikaran.
Undanfrásøgn
U18 dreingirnir spæla í kvøld, fríggjakvøld, kl. 19.30 móti vertstjóðini Montenegro í fyrsta dystinum um plássini frá 9 til 12. Vinnarin av dystinum skal leygardagin spæla um 9. plássið, meðan taparin skal spæla um 11. plássið.
Hentar slóðir
Taptu týdningarleysan dyst móti Slovenia
Dagført 10. august kl. 23.45
Føroyar spardi fólk í týdningarleysa dystin í millum bólkinum móti Slovena, og tí var tað ikki so løgið, at Slovenia vann dystin.
Í hálvleikinum førdi Slovenia 20-12, og endin var, at slovenar vunnu 33-23.
Føroyskur toppskjútti við sjey málum var Óli Mittún við sjey málum, sum nú hevur skotið 57 mál í EM-endaspælinum, og er toppskjútti í kappingini.
Dagsins leikari hjá Føroyum var John Skaalum Vilhelm.
Óli Mittún 7, John Skaalum Vilhelm 3, Óla Jákup Gaard Olsen 3, Trúgvi Hávardsson 2, Tróndur Johnsson 2, Marcus Bramsen 2, Búi Poulsen 1, Høgni Heinason 1, Niklas Gaard 1,Rói Hjaltason 1
Undanfrásøgn
Dagført 10. august kl. 10.05
Føroysku U18 dreingirnir spæla í dag kl 15.00 seinasta dystin í millumumfarinum í EM-endaspælinum í Montenegro.
Dysturin er móti Slovenia, og eru Føroyar í tí løgnu støða, at úrslitið av dystinum als einki hevur at siga. Sama um vit vinna ella tapa, hava okkara dreingir vunnið millumbólkin og skulu spæla um plássini frá nummar 9 til 12.
Hentar slóðir
Sigur á Serbia tryggjar topp 12
Dagført 9. august kl. 16.35
U18 dreingirnir vunnu fyrsta dystin í millumbólkinum móti Serbia. Harvið hava Føroyar longu fýra stig, tí teir høvdu eisini tvey stig við frá grundspælinum.
Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og í hálvleikinum førdi Serbia 15-14. Seinni hálvleikur var eisini sera javnur 20 teir fyrstu minuttirnar, og tá ið 48 minuttir vóru spældir var javnleikur 21-21. Men so fóru Føroyar fram um, og endin var, at okkara dreingir vunnu 29-24.
Sigurin merkir, at okkara røsku dreingir eru tryggjaðir at enda millum 12 tey bestu U18 landsliðini í Evropa.
Sum altíð var Óli Mittún føroyskur toppskjútti við 13 málum, og hann hevur nú skotið 50 mál í fýra dystum. Óli var sjálvandi eisini valdur til dagsins leikara.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 13, Ísak Vedelsbøl 4, Búi Poulsen 4,Tróndur Johnsson 3, Rókur Ziskason 3, Trúgvi Hávardsson 1,Rói Hjaltason 1,
Undanfrásøgn
Føroysku U18 dreingirnir í hondbólti spæla í dag, týsdag 9. august kl. 15.00, móti Serbia í fyrsta dystinum í millumumfarinum í EM-endaspælinum.
Føroyar eru í bólki við Fraklandi, Serbia og Slovenia. Okkara dreingir hava tey bæði stigini frá sigrinum móti Fraklandi við sær úr grundspælinum í millumbólk 2.
Serbia hevur eins og Føroyar tvey stig við í millumbólkin. Frakland og Slovenia hava einki stig við.
Nummar eitt og tvey í millumbólkinum, skulu spæla spæla um plássini millum nummar 9 og 12. Meðan nummar trý og fýra spæla um plássini millum nummar 13 og 16.
Ellivu tey fresmstu londini spæla seg til HM-endaspælið komandi summar, og 13 tey fremstu koma við í EM-endaspælið hjá U18-dreingjum í 2024.
Fylg dystinum á EHF Live Ticker her:
Hentar slóðir
Óli feldi fraklendingar
Dagført 7. august 23.45
Tað sá einki út, tá ið Frakland førdi 7-1 eftir 10 minuttir. Men so vaknaðu føroyingar og serliga Óli Mittún.
Longu í hálvleikinum, høvdu Føroyar minkað til 14-12, og tíðliga í seinna hálvleiki fóru okkara dreingur fram um Frakland.
Føroyar hildu seg framman fyri restina av dystinum, og vunnu at enda 29-26.
Føroyskur toppskjútti gjørdist Óli Mittún, og hann var sjálvsagt valdur til dagsins leikara.
Óli er framvegis greiður toppskjútti í kappingina við heili 37 málum. Nummar tvey hevur skotið 26 mál.
U18 dreingirnar hava tey bæði stigini móti Fraklandi við sær í millumumfarið, har teir spæla móti Serbia týsdagin og Slovenia mikudagin.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 13, Rókur Ziskason 4, Ísak Vedelsbøl 4, John Skaalum Vilhelm 2, Niklas Gaard 2, Trúgvi Hávardsson 2, Búi Poulsen 2Undan dystinum
U18 dreingirnar spæla seinasta dystin í sínum bólki í EM-endaspælinum móti Fraklandi sunnudagin kl. 15.00.
Frakland hevur eins og Føroyar tapt báðar teir fyrstu dystirnar. Frakland hevur tvey mál betri málúrtøku, so Føroyar mugu vunna dystin fyri at gerast nummar trý í kappingini.
Viðmerkjast kann, at okkara Óli Mittún í løtuni er toppskútti í kappingini við 24 málum.
Hentar slóðir
Fingu oyruni í sponsku hondbóltsmaskinuna
Føroyar gjørdi als einki við stórfavorittarnar úr Spania. Føroyar fingu eina góða byrja, men skjótt fór Spania frá, og í hálvleikinum var 18-9 til Spania.
Í seinna hálvleiki slakkaði Spania nakað av, og endaliga úrslitið gjørdist 35-25 til Spania.
Óli Mittún og Búi Poulsen gjørdust føroyskir toppskjúttar við 7 málum í part.
Dysturin sæst á netvarpssíðuni EHFTV >> (Krevur ókeypis hald)
HSF hevur á myndir frá dystinum á Facebook-síðuni:
Hentar slóðir
Dagført kl. 5. august 10.00
Kl. 13.00 í dag spælir U18-manslandsliðið í honbólti móti Spania í EM-endaspælinum í Montenegro.
Føroyar taptu fyrsta dystin 32-29 móti Svøríki, meðan Spania vann greitt á Fraklandi 41-33.
U18 dreingir taptu - Óli 17 mál
Dagført kl. 16.45 4. august
Hóast Óli Mittún skoraði 18 ferðir, so taptu Føroyar 32-29 fyri Svøríki, eftir hálvleiksstøðuna 17-15.
Svøríki var nøkur mál framman fyri wmeginpartin av dystinum. Men Føroyar hingu í, og tá ið 12 minuttir vóru eftir javnaði Óli til 25-25. Seinastu minuttirnar kom Svøríki kortini fram um aftur og vann dystin.
Dagført kl. 9.00 4. august
U18 genturnar eru ikki lidnar við sítt HM-endaspæl, og nú fara U18 dreingirnar at spæla í EM-endaspæl niðri í Montenegro.
Føroyar eru í at síggja til krútsterkum bólki saman við Spania, Svøríki og Fraklandi.
Fyrsti dystir er móti Svøríki í dag, hósdagin 4. august, kl. 15.00 føroyska tíð.
Dysturin sæst á netvarpssíðuni EHFTV >> (Krevur ókeypis hald)
Dystarskrá
Hósdagin 4. august kl. 15.00 Svøríki – Føroyar
Fríggjdagin 5. august kl. 13.00 Føroyar – Spania
Sunnudagin 7. august kl. 15.00 Frakland – Føroyar.
Fríggjdagin 5. august kl. 13.00 Føroyar – Spania
Sunnudagin 7. august kl. 15.00 Frakland – Føroyar.
Venjarar og lið
Venjarar hjá Føroyum eru Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen. Teir hav úttikið hesar 16 leikararnar:
Málverjar:
Aleksandar Lacok, Neistin
Torstein Sivertsen, H71
Vinstri vengur:
Rói Seyer Hjaltalin, H71
John Skaalum Vilhelm, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Høgri vengur:
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Niklas Gaard, Neistin
Strikur:
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Rói Thomsen, H71
Marcus Bramsen, GOG Svendborg
Bakspælarar:
Óli Mittún, H71
Búi Djurhuus Poulsen, StÍF
Rókur Ziskason, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Høgni Højsted, H71
Høgni Heinason, H71
Málverjar:
Aleksandar Lacok, Neistin
Torstein Sivertsen, H71
Vinstri vengur:
Rói Seyer Hjaltalin, H71
John Skaalum Vilhelm, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Høgri vengur:
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Niklas Gaard, Neistin
Strikur:
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Rói Thomsen, H71
Marcus Bramsen, GOG Svendborg
Bakspælarar:
Óli Mittún, H71
Búi Djurhuus Poulsen, StÍF
Rókur Ziskason, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Høgni Højsted, H71
Høgni Heinason, H71