KÍ tapti brotssparkskappingina

UEFA Conference League, 3. undanumfar - seinni dystur. Á Tórsvølli í Havn kl. 19.00
KÍ - Ballkani 2-1 (0-0), (samanlagt 2-2), (eftir umdyst samanlagt 2-2), (eftir brotssparkskapping samanlagt 5-6)

Eftir eina tapta brotssparkskapping móti Ballkani úr Kosovo er KÍ úti úr evropeiskum fótbólti fyri í ár, og harvið er einki føroyskt felag við í Evropa longur.

Anders Sølvsten Holvad og Jóannes Kalsø Danielsen brendu brotsspark fyri KÍ. Fjórða brotssparkið hjá Ballkani varð eisini brent. Men tíverri so skoraði Lindon Emërllahu averandi brotssparkið.

Sjálvan dystin vann KÍ fult uppiborið 2-1, og KÍ kundi saktans havt vunnið meira, tí teir vóru sum heild væl vandamiklari enn gestirnir Ballkani.

Mads Boe Mikkelsen legði KÍ fram um við einum sera góðum skoti eftir eina hornsparkskombinatión.

Nakrar minuttir fyri tíð javnaði Ermal Krasniqi fyri gestirnar við einum frálíkum fløtum langskotið. 

Nú sá einki út hjá KÍ, men sera væl leikandi Patrick da Silva javnaði beint fyri tíð. So var umdystur, og har kom sum vanligt einki mál, og so var farið til brotssparkskapping.



Undanfrásøgn


UEFA Conference League, 3. undanumfar - seinni dystur. Á Tórsvølli í Havn kl. 19.00
KÍ - Ballkani

KÍ spælir í kvøld kl. 19.00 seinna dystin í triðja undanumfari í Confernence League móti Ballkani úr Kosovo. Dysturin er á Tórsvølli.

Hetta er ein tann mest týðandi dystin í søguni hjá føroyskum felagsfótbólti, tí um KÍ skuldi spælt seg víðari, so eru teir komnir longri í Evropa enn nakað annað føroyskt fótbóltsfelag hevur megnað. Eydnast tað, so er KÍ bara eitt umfar frá at spæla seg í bólkaspælið í Conference League.

Tað sá annars einki út, tá ið Balkani í fyrra dystinum førdi 3-0. Men so skoraði Páll Klettskarð tvær ferðir, og nú livir dreymurin av álvara í Klaksvík.

FM1 og Kringvarp Føroya varpa dystin út

Netrásin R5 hjá Televarpinum vísir dystin >>