B36 fall við æru

Uppgávan at koma víðari tyktist ómøgulig, eftir at Viborg vann fyrra dystin í Danmark 3-0.

B36 spældi tó væl upp við Viborg í fyrra hálvleiki. Men í seinni hálvleiki sást alsamt betri, at tað er munur á støðinum í Betri Deildini og Superliguni.

Viborg gjørdi nakrar útskiftingar nakað inn í seinna hálvleik, og tað sást beinanvegin, og í 64. minutti legði Nils Mortimer gestirnar fram um. 

Hóast Viborg nú hevði alt spælið, so eydnaðist Michal Przybilski at javna. Tíverri so eydnaðist eisini Viborg at skora sigursmálið, og so vann Viborg samanlagt 5-1.

Alt í alt eitt væl og viruliga góðkent avrik hjá B36 í Evropa í ár.

B36 – Viborg 1-2 (0-0) (Viborg vann samanlagt  5-1)
0-1: Nils Mortimer 64
1-1: Michal Przybylski 79
1-2: Alassana Jatta 86




Undanfrásøgn
B36 spælir í kvøld, týskvøldið 9. august kl. 19.00, seinna dystin í 3. undanumfari í UEFA Conference League á Tórsvølli móti Viborg úr Danmark

Viborg vann fyrra dystin 3-0, og tí er tað nærum ein ómøgulig uppgáva hjá B36 at spæla seg víðari. Men er tað nakar, sum klárar at venda tí ómøguliga til tað møguliga, so er tað B36.