U18 gentur nummar 19 í heiminum

Fylg føroysku U18 gentunum í HM-endaspælinum í Norður Makedonia

Føroysku U18 genturnar vunnu dystin um 19. plássið í HM-endaspælinum móti Slovenia. Endaliga úrslitið gjørdist 31-28.

Føroyar vóru framman fyri stóran part av dystinum, og í hálvleikinum var støðan 16-12 til Føroyar.

Slovenia kom kortini aftur í aftur, og seinasta korterið var sera spennandi. Føroyar avgjørdi tó dystin seinastu minuttirnar og gjørdust harvið nummar 19 í heiminum.

Føroyskur toppskjútti var Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe við 8 málum. Maria Pálsdóttir Nólsoy varð vald til dagsins leikara.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 8, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Lukka Arge 4, Karin Egholm 3, Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 3, Karina Debes Heinesen 3, Bjørk Franksdóttir Joensen 2, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 1, Barbara Hammer 1, Inga Maria Roysdóttir 1, Silja Heðinsdóttir 1







Áðrenn dystin

Dagført 8. august kl 8.40

U18 genturnar í hondbólti spæla í dag kl. 16.00 móti Slovenia um 19. plássið í HM-endaspælinum. Hetta er seinasti dysturin hjá U18 gentunum í HM-endaspælinum.







U18 gentir gjørdu einki við Spania


Dagført 7. august kl 23.05

Spansku U18 genturnar vóru ov sterkar fyri Føroyar. Spania legði seg greitt fram um beinanvegin, og helmaði ikki í, fyrr enn dysturin var avgjørdur. Í hálvleikinum var støðan 19-11 til Spania, sum til endans vann dystin við 36-23.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Lukka Arge 6, Karin Egholm 4, Maria Pálsdóttir Nólsoy 3,Inga Maria Joensen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Inga Maria Roysdóttir 1, Sára Sigrunadóttir Mikkelsen 1, Karina Debes Heinesen 1, Lea Mohr 1, Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 1.

Mánadagin kl. 16.00 spæla føroysku U18 genturnar móti Slovenia um 19. plássið.





Undan dystinum

Dagført 6. august kl 10.05

U18 genturnar í hondbólti hava frí í dag, leygardag, og spæla aftur í morgin sunnudag kl. 19.00 føroyska tíð. Tá verður mótstøðuliðið Spania.

Føroyar spæla um plássini frá nummar 17 til 20 í HM-endaspælinum fyri U18-gentir.





U18 gentur vunnu lættliga á Kasakstan

Dagført 5. august kl 11.00

Føroysku genturnar vunnu lættliga á Kasakstan, og í hálvleikinum var støðan 17-10.

Føroyar helt stand í seinna hálvleiki og úrslitið gjørdist 31-22

Føroyskur toppskjútti gjørdist Lukka Arge við 9 málum. Dagsins leikarar gjørdist Maria Pálsdóttir Nólsoy

Føroysku U18 genturnar vunnu harvið bólkin í millumumfarinum, og skulu spæla móti vinnaranum av dystinum millum Spania og Kekkia, sum verður spældur seinni í dag.

HSF hevur myndir frá dystinum á Facebook-síðuni








Føroyar vunnu greitt á India

Dagført 4. august kl. 0.15
Hóast tað búgva nógv fólk í India, so vunnu okkara U18 gentur lættliga móti India í fyrsta dystinum í millumumfarinum í HM-endaspælinum.

Føroysku genturnar løgdu seg beinanvegin fram um móti India, og hildu gentunum úr fólkaríka landinum aftanfyri seg allan dystin.

Í hálvleikinum førdu Føroyar 14-9, og tá ið dysturin var liðugur stóð 27-22 á máltalvuni.

Toppskjútti hjá Føroyum við sjey málum og dagsins leikari var Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe.

Fríggjamorgunin kl. 9.30 spæla Føroyar móti Kasakstan






U18 genturnar greiðan sigur á Eysturríki

Føroysku U18 genturnar í hondbólti vunnu seinasta dystin sínum bólki í HM-endaspælinum so greitt sum 31-22. Harvið gjørdust Føroyar nummar trý í bólkinum.

Eysturríki byrjaði betri, men Føroyar komu skjótt inn í dystin aftur, og í hálvleikinum var 15-12 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki bara øktu Føroyar, og at enda gjørdist talan um stórsigur.

Føroyskur toppskjútti gjørdist Silja Heðinsdóttir við 7 málum.

Málverjin Silja Arngrímsdóttir Müller var vald til besta leikara í dystinum.









Dagført 2. august kl. 7.00

Føroysku U18-genturnar spæla í morgun kl. 9.30 seinasta dystin í sínum bólki í HM-endaspælinum í Norður Makedonia

Dysturin er móti Eysturríki, sum eins og Føroyar hevur tapt báðar teir báðar fyrstu dystirnar. Sostatt er dysturin um, hvør endar á triðja plássi í bólkinum.





Taptu greitt fyri Danmark

Dagført 1. august kl. 8.15

Sum væntað, so gjørdist Danmark ein ov stórur biti hjá føroysku U18 gentunum. Danmark vann dystin 31-21, eftir at støðan í hálvleikinum var 18-11 til Danmark.

Føroyskur toppskjútti gjørdist Barbara Hammer við fimm málum.

Hagtøl frá dystinum á heimsíðuni hjá IHF

Dysturin á Youtube-rásini hjá IHF



Dagført 31. juli kl. 7.45

U18 hondbóltsgenturnar spæla í kvøld kl. 17.30 annan dystin í HM-endspælinum móti Danmark.

Føroyar taptu fyrsta dystin 29-24 fyri Portugal, meðan Danmark 32-21 á Eysturríki.





Taptu fyrsta dystin móti Portugal
Dagført 30. juli kl. 14.30

U18 hondbóltsgenturnar taptu fyrsta dystin í HM-endaspælinum 29-24 móti Portugal.

Eftir eina góða føroyska byrjan, kom Portugal fram um, og helt seg framman fyri allan dystin. Í hálvleikinum var støðan 15-13 til Portugal.

Toppskjútti hjá Føroyum var Lukka Arge við 10 málum, harav 8 upp á brotskast.



Dysturin móti Portugal sæst her




U18-hondbóltsgentur í HM-endaspæli

Dagført 30. juli kl. 12.30

So fer enn eitt lið føroyskt hondbóltslandslið at spæla í einum endaspæli. Hesaferð er talan um U18-gentirnar, sum í dag, 30. juli kl. 12.30 spæla fyrsta dystin í HM-endaspælinumi Norður Makedonia.

Dystarskráin hjá Føroyum:

  • Leygardagin 30. juli kl. 12.30 Portugal - Føroyar
  • Sunnudagin 31. juli kl. 17.20 Føroyar - Danmark
  • Týsdagin 2. august kl. 09.30 Føroyar - Eysturríki

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava  úttikið 16 leikarar til endaspælið

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Simona Michelsen Kass, H71

Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin

Høgri vengur:
Inga Maria Roysdóttir, H71
Karin Egholm, H71

Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Ajax København

Bakspælarar:
Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð, H71
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Inga Maria Joensen, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin