So er kreppa í Liverpool


 Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara 

Premier League: Manchester - United - Liverpool 2-1 (1-0)

Liverpool vísti frá byrjan als einki tekin upp á, at teir ætla at fáa gongd á kappingarárið. Manchester United var betri, spældi skjótari og okkara leikarar vóru als ikki til stðar. Robertson og Trent vóru hvør í sínum lagi vánaligir. Miðjan við Henderson og Milner var ov stirvin og Elliot kom als ikki inn í dystin, og longri fram ivaðist ein í, um Firmino var á vøllinum.

Liverpool fekk eina ávaring, áðrenn tað endaði galið, tá ið eitt skot endaði á stongini. Hetta fekk ikki Liverpool at vakna, og tá ið 16 minuttir vóru spældir endaði galið. Eitt gott United álop endaði við at Sancho skoraði, eftir at hann fekk merkiliga góðan frið brotsteiginum.

Liverpool royndi spakuliga at eta seg inn í dystin. Men tað var akkurát sum einki at heinta. Vit sluppu at hava bóltin alla tíðina, og løgdu eitt ávíst trýst á, tí uttan at skapa møgueleikar. Nærmast var við, tá ið United mundi skotið sjálvmál.

Fyrri hálvleikur var so vánaligur, at sjálvt Allison og van Dijk vóru vánaligir og ótryggir. Hálvleikurin kundi ikki koma ov tíðliga.

Eftir steðgin gjørdi Liverpool eina roynd at seta ferðina upp, men tað hæsaði skjótt av og longu eftir 8 minuttir endaði aftur galið, tá ið Hendo misti bóltin á miðjuni, og so setti United fer á, sendi bóltin til ein púra leysan Rashford, sum rak móti málinujm og skoraði trygt.

Liverpool royndi og royndi at koma inn í dystin aftur, og hóast lítið bit var í, so eydnaðist Salah átta minuttir fyri tíð at minka um munnin, eftir at bólturin ikki varð ruddaður burtur eftir eitt hornaspark.

Nú var spenningur í dystinum aftur, men sjálvt ikki tað var nokk til at vekja Liverpool, og Manchester United vann ein fult uppibornan 2-1 sigur.

Liverpool hevði í kvøld møguleikan at hála inn á City, sum misti stig í gjár, men tók ikki av. 

Vit kunnu nú tosa um veruliga kreppu í Liverpool. Úrslitini eru vánalig, spælið er í besta føri hampiligt og ótryggleiki valdar á liðnum. Okkara leikarar sýnast als ikki klárir til Premier League, hvørki mentalt ella kroppsliga.

Eg havi hug at siga, at tað tað var lort, at Liverpool vann á City í Community Shield. Tí eftir tann dystin, róstu øll Liverpool til skíggja, og tað sær veruliga út til at hava givið bakslag.

Nú er nokk tosað. Næsti dystur  má og skal vinnast á vøllinum.