Í dag runnu okkara leikarar frá fyrsta bríksli, og teir snøgt sagt trumlaðu Bournmouth niður. Alt, sum ikki vara givið í fyrstu dystunum, var givið í dag, bert spell at tað skuldi taka tríggjar dystir at vakna.
Arbeiðsinnsatsurin var øgiligur frá byrjan, og tá ið seks minuttir vóru spældir var 2-0. Diaz skallaði bóltin í mál, og Ellitott skoraði sítt fyrsta mál í Premier League við einum langskoti, tá ið ein bóltur datt fyri føturnar á honum, tá ið Firmino kiksaði eina finta.
Tað var akkurát sum okkara dagur, og tað at Bournmouth spældi nokk so naivt hjálpti væl.
Umframt Elliott, so spældu Trent og Elliott eisini væl í fyrra hálvleiki, og teir avgjørdu eisini dystin við hvør sínum máli, tá ið umleið hálvur tími var spældur. Fyrst sendi Trent eitt frálíkt langskot í málið, og so var Firmino fyrstur á einum bólti, sum umvegis ein verjuleikara hjá Bournmouth endaði hjá honum beint frammanfyri málið.
Beint fyri hálvleik gjørdist enn og verri hjá Bourmouth, tá ið Van Dijk skallaði bóltin í málið til 5-0.
Seinni hálvleikur skuldi bara avgreiðast. Elliot varð spardur, og Carvalho kom inn. Liverpool økti beinanvegin til 6-0, tá ið ein verjuleikari hjá Bournmouth beindi bóltin í egið mál, eftir eitt frálíkt innlegg frá Trent.
Firmino gjørdi tað til 7-0, og Klopp nýtti høvið, at seta Milner og Tsimikas inn, og løtu seinni kom ungi Stefan Bajcetic á vøllin.
Tvey mál komu afturat. Carvalho skoraði sítt fyrsta mál fyri Liverpool, og Diaz skoraði sítt annað mál í dystinum. 9-0 gjørdist úrslitið.
Næsti dystur er mikukvøldið móti nýríku Newcastle, og tann dysturin verður við garanti nógv truplari enn hesin, og krevur í minsta lagi sama innsats frá byrjan.