Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
Premier League: Liverpool - Newcastle 2-1 (0-1)
Sjey minuttir vóru spældir av yvirtíðini, og aftur sá út til, at Liverpool fór at missa stig. Skuffandi 1-1 vísti máltalvan. Men sum tað sá svartast út, trein unglingin Fabio Carvalho á pallin og hamraði bóltin upp undir nettakið, tá ið bólturin var leysur beint undir málinum eftir eitt hornaspark.
Annar dysturin á rað, at Carvalho skorar, og unglingin, sum júst er fyltur 20 ár, bankar veruliga upp á til eitt pláss í byrjanaruppstillingini.
Ein annar unglingi, Harvey Elliott, var okkara besti maður, í trupla dystinum móti Newcastle í gjárkvøldi.
Dysturin vísti, at Liverpool framvegis ikki er uppi har, sum vit vita Liverpool kann vera. Hóast vit høvdu bóltin nógv, so eru okkara leikarar ikki nóg sterkir og neyvir í nærdystunum.
Fótbóltur er eitt spæl í støðugari menning, og spælið er nógv broytt síðan Klopp í 2015 tók Premier League á bóli við síðnum intensiva gegenpress, og Liverpool við hesum høga trýsti menti seg til eitt veruligt oddalið í Onglandi og evropeiskum fótbólti.
Í dag klára flest øll lið at spæla seg úr høgum trýsti, og flestu lið eru eisini før fyri í løtum at trýsta høgt á vøllinum. Ferðin á samanspælinum hjá øllum liðum er nógv økt, og verjuspælið er eisini vorðið skjótari og aggerssivari. Í hesum nýggja fótbóltsveruleikanum, hava Klopp og Liverpool eisini flutt seg, so at vit framhaldandi hava verið við í oddinum í dagsins fótbólti.
Fyrstu fimm umførini av hesum kappingarárnum, hava víst okkum, at Premier League hevur flutt seg upp aftur meira. Lið sum Arsenal og Tottenham bjóða veruliga av, og nýríku Newcastle halda fram við góðu gongdini frá farna kappingarári.
Newcastle er einasta lið, sum higartil hevur tikið stig frá Manchester City, og eg haldi, at vit í gjárkvøldi sóu, hví teir megnaðu tað. Tí hóast Liverpool í fyrra hálvleiki hevði bóltin mest, so spældi Newcastle upp við okkum á flestu økjum, og hevði í veruleikanum eins nógvar møguleikar sum vit.
Nakrar minuttir fyri hálvleik, fekk Newcastle løn fyri hart arbeiði, og vit sóu enn einaferð, at tað haltar í verjuspælinum hjá okkum.
Alt byrjaði við, at Trent sendi eina vánaliga sending tvørtur um vøllin. Síðan sóu vit Van Dijk fara valsandi úr miðverjuni út í síðuna, og endin var, at bólturin var spældur inn um verjuna júst, har sum Van Dijk skuldi havt verið, og so kundi sviin Aleksander Isak skora í sínum fyrsta dysti fyri Newcastle.
Í seinna hálvleiki tók Liverpool sær um reiggj. Vit sótu á øllum spælinum og løgdu veruligt trýst á verjuna hjá Newcastle. Gestirnir megnaðu tó at standa í móti, og seinasta hugflogið manglaði at loysa upp hart arbeiðandi verjuna hjá Newcastle.
Vónirnar vóru ringar, men tá ið eitt korter var spælt av seinna hálvleiki bragdaði. Elliott opnaði spælið, Salah sendi ein bólt tvørtur um til Firmino, sum legði bóltin inn við handaru stong úr 10 metrum.
20 minuttir fyri tíð var tolið hjá Klopp uppi. Carvalho, Tsimikas og Milner komu á vøllin fyri Trent, Robertson og Henderson.
Liverpool legði nú alt fyri at avgera dystin. Men Newcastle megnaði at standa í móti og nýtti hvørt einasta høvi at dríggja tíðina við at liggja niðri og brúka langa tíð til málspørk, innkast og annað.
Dómarin legði fimm minuttir afturat, og dysturin sá eisini út til at enda við javnleiki. Newcastle helt fram at brúka hvørt einasta høvi at liggja og dríggja tíðina, og tað vóru næstan 8 minuttir spældir av yvirtíðini, tá ið Carvalho skoraði forloysandi málið.
Uppiborin sigur. Men enn er spælið ikki nóg gott, og viljin ikki nóg stórur, so Klopp hevur nógv at fara heim at arbeiða við.
Kanska Carvalho frá byrjan verður loysnin móti Everton á Goodison Park leygardagin kl. 12.30.
Hæddarpunkt frá dystinum >>